Ongantíð nakar ivi

Spenningur var ongantíð um úrslitið, tá Kyndil og Tjaldur leygardagin dystaðust í bestu kvinnudeildini

Kyndil-Tjaldur 28-21

(15-10)


Tjaldur hevur enn ikki fingið nakað stig til høldar hetta kappingarárið, og tað mundu eisini vera tey fægstu, sum ivaðust í, hvønn veg stigini skuldu fara, tá nýkosnu steypavinnararnir úr Kyndli tóku ímóti sunnudagin.

Eingin spenningur

Kyndilsgenturnar lótu heldur ongantíð nakran iva vera um, at tær so sanniliga ætlaðu sær stigini sunnudagin.

Eftir at Tjaldur hevði lagt seg fram um fram um fyrstu løtuna, setti kyndilsliðið ferðina nakað upp, og eftir hetta var als eingin ivi um, at sitigini skuldu verða verandi í Havnini.

Eftir stuttari løtu hevði heimaliðið vunnið sær eina trygga leiðslu, og munurin ikki vaks so øgiliga nógv eftir hetta, so høvdu tær grønu tamarhald á støðuni gjøgnum allan dystin.

Ein kundi kanska vænta, at runavíkingar fóru at gerast offur fyri enn einari eyðmýking, men so galið gjørdist tað kortini ikki, í hvussu so er ikki á pappírinum. At kyndilsliðið í stórum pørtum av dystinum tók sær av løttum er so ein onnur søga, sum ikki sæst, tá stigatalvan verður gjørd upp við kappingarárslok, men sum Tjaldur spælur í løtuni er lítið at ivast í, at eitt runt 0 framvegis fer at standa á stigatalvuni.

Tó er kanska ein lítil glotti at hóma hjá tjaldurskvinnunum, tí sunnudagin var Beinta Joensen aftur at síggja á liðnum. Hon hevur annars verið í barnsburðarfarloyvi alt kappingarárið, men við henni á liðnum, eru møguleikarnir hjá Tjaldrinum so øktir nakað.

Lítið er tó at ivast í, at skal Tjaldur taka nakað stig í kappingarárinum, verður tað orsakað av at mótstøðuliðini undirmeta tær, og kanska verður hetta veruleiki onkran dystin.


Stríðast fyri silvurinum

Kyndilsliðið er framhaldandi partur í silvurstríðnum, har tær í løtuni eru tvey stig aftan fyri VÍF, men við einum dysti til góðar. Spurningurin er so, um kyndilsliðið megnar at basa Stjørnuni, tá tær komandi týsdag skulu til Klaksvíkar at royna seg.

Megna tær tá at endurtaka bragdið frá hálvfinalunum í steypakappingini standa tær í eini sera góðari støðu. Hinvegin kann ein ósigur gera, at VÍF fer at hava allar trumfirnar á hondini, tá avgerðin um annað plássið skal takast. Fyrsta plássið endar uttan í Klaksvík, hóast tað á pappírinum enn kann broytast, tó at hetta tykist vera nakað veruleikafjart.

Fyrst gongur leiðin tó til Vágs, har VB skal royna at hevna ósigurin í finaludystinum, og kravið til kyndilsliðið er púra einfalt í hesum dysti. Skulu tær framvegis hava ein leiklut í silvurstríðnum, er neyðugt at vinna tann dystin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Lotte Sørensen 9 (1), Rakul Joensen 6, Jórun Ludvig 4, Ann Hansen 3, Palma Petersen 3, Anya Midjord 2, Jensia Petersen 1

Tjaldur: Kristine Ellingsgaard 6, Sunrid Gleðisheygg 5 (2), Beinta Joensen 3, Mona Langgaard 2, Hansa Mikkelsen 2, Heidi Jacobsen 2, Elinbjørg Hammer 1

Brotskøst:

Kyndil 3, Tjaldur 3

Útvísingar:

Kyndil 1, Tjaldur 2

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen