Ongin bjóðar Kaj Leo av

Tað er nú greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen, heldur fram sum formaður í Sambandsflokkinum í eitt ár afturat.

Flokkurin hevur landsfund um vikuskiftið og har skulu tey eisini velja formann, næstformann og nevnd.

Uppskot til formann, næstformann og nevndarlimir annars, skuldu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri fundin, ella í seinasta lagi mánakvøldið.

Men starvsnevndin í Sambandsflokkurin upplýsir, at ongi uppskot eru innkomin og sostatt er greitt, at hetta næsta árið eitur formaður Sambandsfloksins eisini Kaj Leo Holm Johannesen.

Johan Dahl er næstformaður í flokkinum og hann heldur sostatt eisini fram hetta næsta árið.