- Nú er bara at koyra á!
Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Hann er væl nøgdur við tey bæði tilboðini, sum eru komin inn upp á at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Og nú tilboðini eru latin upp, heldur hann, at tað er onki sum talar ímóti at arbeiðið ikki skal halda fram sum ætlað.
- Prísurin er á tí stiginum, vit hava mett at hann fór at vera, so tað er einki at bíða við, heldur landsstýrismaðurin.
Annars verður javnan víst á, at tað er so nógv ferð á búskapinum í løtuni, at hann er heitari enn ráðiligt er. Av tí sama eru prísirnir trýstir upp í loft og tí hevur verið tosað um at útseta ymsar íløgur, fyri at køla búskapin aftur.
Les eisini: Eg eri heilt ótrúliga glaður
Og nettupp undirsjóvartunlarnir, sum er størsta verkætlan í Føroya søgu, er ein íløgu, nógv hava talað fyri at útseta, tí teir kostar so nógv.
Men heldur Hendrik Old lítið um. Tvørturímóti heldur hann, at tað ber ikki til at útseta arbeiðið nú.
Fyri tað fyrsta vísir hann á, at í hesum døgum er rentan so lág, at skulu tunlarnir gerast, er akkurát hetta tann lagaliga løtan.
- Nú kann rentan bara fara ein veg, og tað er uppeftir. Fyri hvørt prosent, rentan hækkar, hevði tað dýrkað undirsjóvartunlarnar nógvar milliónir, og tað kann skjótt forkoma ætlanini heilt, sigur Hendrik Old.
Hinvegin heldur hann, at høvdu vit farið og drigið í land nú, hevði tað eisini máað alt álit undan okkum.
- Skuldu undirsjóvartunlarnir verðið útsettir, skuldu vit havt tikið avgerð um tað, áðrenn arbeiðið varð bjóðað út, sigur hann.
- Nú hava vit bjóðað arbeiðið út, og vit hava fingið útlendskar fyritøkur at brúka milliónir upp á at rokna tilboð út. Nú tilboðini eru komin inn, kunnu vit ikki siga við tey, at vit meintu at ikki kortini, men at vit fara at bíða í nøkur ár við at gera tunlarnar.
- Tað hevði givið eina ómetaliga keðiliga mynd av Føroyum og so høvdu øll fullkomiliga mist álit á okkum. Og draga vit í land nú, hevði neyvan nakar tímað í holt við at bjóða upp á arbeiði í Føroyum aftur, heldur landsstýrismaðurin.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá, tá ið tilboðini vórðu latin upp.