Ongin hjálp var at finna hjá Rosalie Thomsen í donsku ráðharrastovunum.
Málið um filipinsku kvinnuna, sum er víst úr Føroyum, varð reist í Fólkatinginum av Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmanni, við einum fyrispurningi til Bertel Haarder, ráðharra við innferðar- og útlendingamálum. Men onki svar fekst frá ráðharranum. Hann verjir seg við, at hann hevur tagnarskyldu í slíkum málum.
Víst úr Føroyum
Rosalie Thomsen, sum hevur filipinskt pass, er víst úr Føroyum, hóast hon hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark og er gift føroyskum manni.
Tey hava búð í Danmark í átta ár, og ætlaðu sær at flyta til Føroya at búgva. Áðrenn Rosalie kom til Føroya, var hon í útlendingastýrinum, har hon vísti pass og uppihaldsloyvi fram, og greiddi frá, at hon og maðurin, sum er føddur í Føroyum, ætlaðu sær til Føroya. Har fekk hon at vita, at hon hevði frítt at fara og nýttist ikki visumloyvi.
Í Føroyum fekk hon eitt barn afturat í mars mánað, og hon og maðurin ætlaðu at búseta seg í Føroyum. Men tá hon fekk arbeiði í Føroyum, gjørdust myndugleikarnir varugir við, at hon onki arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevði.
Alt endaði við, at hon varð víst av landinum. Hon skal vera av landinum innan 10. apríl, og aktar hon ikki boðini, kann hon fáa fongsul í eitt hálvt ár, varð greiði boðskapurin frá sama útlendingastýri, sum hevði givið henni loyvi at fara.
Eymir upplýsingar
Útvísingin vakti ans, tá Sosialurin skrivaði um hana, og Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður setti ráðharranum fimm spurningar um málið í Fólkatinginum. Spurt er millum annað, hvør orsøkin er til, at Rosalie Thomsen er víst úr landinum, hóast hon fyrst hevði fingið munnligt loyvi. Spurt var eisini, um ráðharrin fór átala handfaringina hjá útlendingastýrinum og annars taka stig til, at hon fekk loyvi at vera verandi í Føroyum. Men onki ítøkiligt svar fæst, gjørdi ráðharrin greitt, tá hann svaraði í Fólkatinginum fríggjadagin 4. apríl.
Bertel Haarder sigur í svarinum, at tað ikki er gjørligt at svara innan fyri teir karmar, sum eru galdandi fyri spurningar, ið verða settir fram í Fólkatinginum. Svarið hevði innihildið eymar upplýsingar um eitt ítøkiligt útlendingamál, sum er vart av tagnarskylduni, sigur ráðharrin.
Yvirtøka heldur fram
Føroyski fólkatingsmaðurin fær kortini svar upp á tann politiska spurningin. Hann spurdi, hvat ráðharrin helt um føroyska ynskið at yvirtaka útlendingaøki.
Bertel Haarder vísir til yvirlýsingina, sum løgmaður og forsætisráðharrin undirskrivaðu 14. januar 2002, har tað gekk fram, at danska stjórnin er sinnað at samstarva um yvirtøkur, ið ikki ganga ímóti grundlógini.
Á einum fundi 7. februar 2002 avtalaðu integratiónsráðharrin og føroyski løgmálaráðharrin, at ein arbeiðsbólkur við donskum og føroyskum embætisfólkum varð settur at gera eitt upprit, sum seinni skuldi til politiska støðutakan.
Hesin arbeiðsbólkur er fyri tíðina við at gjøgnumganga teir rættarligu og fyrisitingarligu spurningar, ið knýta seg at einari yvirtøku. Sostatt eru ongar broytingar í støðuni hjá donsku stjórnini til spurningin um yvirtøku av útlendingaøkinum, sigur danski ráðharrin.