Rættuligur orðadráttur var í løgtinginum, tá ið uppskotið hjá andstøðuni um at hækka viðbótina hjá teimum fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, var til viðgerðar. Landstýriskvinnan var rættiliga uppøst og skýrdi uppskotið fyri valflesk og ábyrgdarleysan politikk frá eini andstøðu, ið bert sendi ballónir og tóm lyftir upp í luftina.
Vit í Javnaðarflokkinum stóðu spyrjandi og undraðust yvir harðligu ákærurnar frá landsstýriskvinnuni. Men nú fíggjarlógin fyri komandi ár er til viðgerðar, koma viðurskifti fram, sum viðvirka til, at ein betur skilir hvar skógvurin trýsti hjá landsstýriskvinnuni .
Landstýriskvinnan og hennara samgonga raðfesta, nevniliga, als ikki pensjónistarnar komandi ár.
Javningin av almannaveitingum, fólkapensjón, fyritíðarpensjón, viðbót til ávísar pensjónistar og øðrum almannaveitingum, tilsamans 7, 3 milliónir í 2015, er strika á fíggjarlógini fyri komandi ár. Við at strika javningina minkar pensjónin støðugt í virði, meðan dagligu útreiðslurnar hjá pensjónistunum, líka so lítið sum hjá okkum øðrum, ikki minka. Landstýriskvinnan hevur valt at raðfesta henda pening til onnur endamál.
Stórar sparingar í pensjónunum í 2016
Tað er eisini komi fram undir viðgerðini, at í fólkapensjónin í 2016 skulu 25,2 milliónir sparast og 3,9 milliónir í fyritíðarpensjón. Enn veit ongin hvussu hesar milliónir skulu sparast. Landstýriskvinnan hevur ført fram, at ongin verandi pensjónistur skal missa nakað, samstundis sum hon eisini hevur ført fram, at samgongan ætlar at taka frá teimum ríku pensjónistunum so tey, ið hava minni fáa meir. Sama ljóðar nú frá landsfundi Fólkafloksins, at ongin ið er pensjónistur í dag verður raktur.
Tað er trupult at fáa eyga á hvussu hesar útsagnir kunnu hanga saman, ikki minst tá ið landstýriskvinnan sjálv upplýsir, at sparast skulu tilsaman 28 milliónir í pensjónum í 2016.
Byrja við javningini
Hóast tann upphæddin, ið verður strika við javningini, ikki er ein stór upphædd, fyri hvønn einstakan pensjónist, so er hon við til at tryggja at virðið av pensjónini ikki minkar. Tí hevði javningin, saman við tí hækkingini av viðbótini á 3000 krónum pr. Ár til giftar pensionistar og 4.200 krónur til ógiftar pensionistar, ið vit skjóta upp, verið ein fíggjarligur bati fyri pensjónistarnar.
Sum gongdin er nú, har samgongan støðugt hevur minkað javningina, fyri nú at strika hana, er virðið á pensjónini støðugt fallandi.
Eitt slagorð hjá samgonguni hevur verið ”meira fyri minni”, okkara pensjónistar merkja nú og komandi ár, at tey bert fáa minni og minni og tað gevur so ikki meira, at lívbjarga sær fyri.