Onglendingar leika fagrari enn kekkar

Fótbóltur: Í Onglandi tók ein støða seg upp leygardagin, ið minti ikki sørt um tað sum hendi í landsdystinum millum Føroyar og Kekkia á Svangaskarði í fjørheyst. Men avleiðingarnar vóru heilt øðrvísi

Flestu føroyingar, sum hava áhuga í slíkum, minnast ivaleyst framvegis EM-undandystin millum Føroyar og Kekkia á Svangaskarði tann 6. september í fjør, tá kekkar vunnu 1-0 takkað verið einum máli, sum ikki gav varaeuropameistarunum serligan heiður.

Tað sum hendi tá var, at føroyska liðið koyrdi bóltin av vøllinum, sum vanligt er, tá ein spælari liggur skaddur á vøllinum og má hava viðgerð. Vanliga gevur mótstøðuliðið tá hinum liðnum bóltin aftur, men tað gjørdu kekkarnir ikki, og so endaði álopið við, at Vladimir Smicer skoraði einasta málið í dystinum.

Leygardagin hendi nakað tað sama í Onglandi. Men tað sum hendi síðani var heilt øðrvísi frá tí, sum hendi í Føroyum.

Arsenal og Sheffield United spældu steypadyst í FA Cup-kappingini. Trupulleikarnir byrjaðu, tá Sheffield United-spælarin Lee Morris varð takklaður inni í Arsenal-brotsteiginum. Støðan var tá 1-1, og eitt gott korter var eftir at spæla.

Sheffield United vildi hava brotsspark, men fingu tað ikki, og so koyrdu teir bóltin út av vøllinum, so liðfelagin, sum framvegis lá á grasinum, kundi fáa viðgerð.

Vanliga fær liðið, sum í einum slíkum føri koyrir bóltin av vøllinum, hann aftur frá mótstøðuliðnum. Men 22 ára gamli nigerianski landsliðsspælarin Nwankwo Kanu, sum enntá spældi sín fyrsta dyst fyri Arsenal eftir at London-liðið hevði keypt hann fyri 4,5 mió. pund frá Inter, kom ímillum, tá Ray Parlour kastaði bóltin aftur til Sheffield United-málmannin. Kanu sendi síðani bóltin tvørturum til Marc Overmars, sum púra leysur skoraði til 2-1, meðan Sheffield-menninir ikki rættiliga skiltu, hvat hendi.

Men tá teir sóu, at Arsenal hevði skorað, kom eldur í krútið, og við venjaranum Steve Bruce á odda regnaðu mótmælini oman yvir hart kroysta dómaran Peter Jones. Einu løtuna kom tað enntá so langt, at Steve Bruce gav sínum spælarum tekin um, at teir skuldu rýma av vøllinum.


Dysturin spælast

av nýggjum

Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, var eisini sera harmur um tilburðin, og beinanvegin eftir dystin bjóðaði hann Sheffield United nýggjan dyst.

? Hatta var sera óheppið ? vit vildu ikki snýta nakran. Tíverri skoraðu vit eitt mál afturat, sum reint ítróttarliga ikki var rætt, segði franski venjarin hjá enska meistaraliðnum.

? Kanu er nýggjur í enskum fótbólti, og hann ætlaði ikki at snýta. Hann visti ikki, hví málmaðurin hevði sparkað bóltin út úr spælinum. Vit vildu geva teimum bóltin aftur, men tíverri spældi tað av, so sum tað gjørdi.

Sjalvur var Nwankwo Kanu sera harmur um, at hansara fyrsta upptraðkan fyri Arsenal skuldi elva til so nógva umrøðu:

? Tað var eitt stórt mistak. Teir tveittu bóltin til mín, og eg var púra einsamallur. Eg spældi hann víðari, og eftir tað veit eg ikki meir. Tað var ikki fyrr enn eg sá Sheffield-spælararnar fara upp til dómaran, at eg visti, at okkurt var galið, segði nigerianski landsliðsspælarin aftan á dystin.


Ongantíð hent fyrr

Talsmaðurin hjá enska fótbóltssambandinum, Steve Double, segði, at tað ongantíð var nakar serligur ivi um, at FA fór at góðtaka, at dysturin verður spældur umaftur.

? Bert fáa minuttir eftir, at Arsene Wenger kom við sínum tilboði, umrøddu David Davies (virkandi formaður í FA, blðm.) og Terry Annable (formaður fyri FA Cup-nevndini, blðm.) tað og gingu áheitanini á møti, segði Steve Double.

? Hetta er ongantíð hent fyrr, men vit kundu ikki bert lata sum einki. Øll í fótbóltsheiminum fara at fegnast um, at Arsene Wenger sýnir so góðan ítróttaranda, og tað eigur hann eisini at fáa rós fyri.

Ein, sum í øllum førum var sera fegin um tilboðið frá Wenger, var Sheffield-venjarin og fyrrverandi Manchester United-spælarin Steve Bruce, sum kallaði uppskotið hjá Arsenal-venjaranum fyri »ein røtt avgerð«.

? Um tað var eitt lið hjá mær, hevði mær ikki dámt at vunnið ein dyst á slíkan hátt. Vit høvdu gjørt tað sama. Eg haldi, at hatta var ein ljót gerð, men eg góðtaki, at tað var ein misskiljing. Eg eri til reiðar at geva honum ágóðan av ivanum hasum viðvíkjandi, men eg skilji ikki, hví dómarin ikki kundi kolldøma sína egnu avgerð í hasum førinum.

Hendingin tók fullkomiliga yvir í einum annars spennandi dysti, har fraklendingurin Patrik Vieira legði Arsenal á odda í 28. minutti. Marcelo skallaði útjavnandi málið hjá 1. deildarliðnum, men eftir »málið« hjá Kanu helt størsti dramatikkurin fram uttan fyri vøllin.

Nú er so avgjørt, at nýggjur dystur skal spælast týsdagin um eina viku.