Í kjalarvørrinum av avlýstu landsroyndini skal Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, nú greiða løgtinginum frá, hvat hann heldur um síðstu talgildu royndirnar, sum næmingarnir í fólkaskúlanum hava verið ígjøgnum.
Tað er Rigmor Dam, framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum í skúlamálum, sum hevur sett landsstýrismanninum fimm spurningar, ið hann skal svara skrivliga. Løgtingskvinnan nevnir síðstu Pisa-kanningina, royndir og royndarroyndir hjá 9. og 10. flokkunum umframt seinastu landsroyndina og mælir til, at hetta verður tikið upp og eftirmett politiskt.
- Eg vil hava landsstýrismannin at greiða frá hesum - eisini fyri at signalera, at hetta mál verður tikið í álvara, og at hetta er eitt mál, sum evsti politiski myndugleikin eigur at fara inn í, taka ábyrgd fyri og onkusvegna eigur at tryggja næmingum og lærarum, at her fer vend at koma í.
Rigmor Dam vísir á, at tøknin er soleiðis, sum hon er, og tað er ógvuliga ofta, at tøknin svíkur. Løgtingskvinnan heldur, at fólk onkusvegna stara seg blind upp á, at tøkni kann loysa allar trupulleikar og at einasti máti, sum tingini kunnu gerast upp á, eru við tøknini.
- Eg haldi, at tá so er, skulu vit hava eymleika fyri hesum og fyrireika tingini ómetaliga væl. Eg hevði ynskt, at onkur steig fram, tók ábyrgd og tók um endan av hesum, sum er hent og segði, at vit nú fara at taka hetta í álvara.
Lurta eftir samrøðu við Rigmor Dam, løgtingskvinnu og framsøgufólk Javnaðarfloksins í skúlamálum, sum Rás2 skifti orð við í tíðindasending í dag. Tú hoyrir samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.