OPIÐ BRÆV til Eirik Lindenskov, blaðstjóra

Heri Mohr
----

Góði skyldmaður.
Tann 25. september bað eg red­a­ktiónina í Sosialinum seta eina grein: Almenn um­si­­t­ing, landskassin, í blaðið, og 14. oktober eina aðra grein: Okk­­ara løgmaður.
Av tí at greinirnar ikki vóru komnar í blaðið, ringdi eg til tín fyri meira enn 2 vik­­­um síðan fyri at frætta, hvussu til stóð við mínum brøv­­­um; eg spurdi eisini, um eg kanska var ”blackaður” í Sos­i­alinum. Tú svaraði mær, at tað var eg so avgjørt ikki. Av tí at tann fyrra grein­in var vorðin so gomul og hev­ði mist aktualitet, bað eg teg mak­­u­lera hana, men eg rokn­aði við, at tann seinna fór at koma í blaðið.
Men so varð ikki.
Eg fái meg illa at trúgva, at red­ak­ti­ónin á Føroya ein­asta dagblaði, sum kemur út meira enn eina ferð um vik­una, hevur skert tað grund­lóg­ar­­tryggj­aða skriv­i­fræls­ið?
Í realskúlanum høvdu vit ein dugn­a­ligan og dámligan lærara í týskum – cand. mag. Chr. Har­aldsen, ættaður úr Eldu­vík – hann lærdi okkum væl og virðiliga at lesa og syngja á týskum. Vit sungu m. a. sangin ”Die Gedanken siend frei.” Hesin sangurin var bannaður í Týsklandi 1933-1945.

Í hesum døgum verður trútt­­­að niður í fólk, at fólk­a­­flyt­ing úr Føroyum er ein álv­­ars­­lig hóttan móti okkara til­­veru, og at spurningurin er, um føroyska samfelaginum yv­ir­­høvur er lív lagað. Hesin pá­­stand­ur ella hendan prog­n­o­s­an vil vera við, at tey mongu konufólkini, ið fara av landinum, er tann veru­liga orsøkin til, at oyggj­ar­­nar kanska ikki fara at yv­ir­­liva. Og nú er hetta so eis­­ini kunngjørt víða um við sendingini Horisont í DR 1. Tað er nærliggjandi at spyrja, um handan sending­in var ”bestilt” ella framleidd av pro­du­cara í Føroyum?
Altso: Tað varð ikki kunn­gjørt, at konufólk mangla til arbeiðsmarknaðin í Før­oy­um. Men tað var kunn­gjørt heimspressuni og heila­vask­­a­ð­um føroyingum í Før­­oy­um og í Danmark, at í Før­­oy­um rýma konu­fólkini av okkara landi í so stóran mun, at tørvur er á konufólki til nøring, um Føroyar ikki skulu avfólkast og doyggja út. Hetta vita nú eisini tey neyð­ars flóttakonufólkini í Suð­ur­eu­r­opa!
Tað er trupult at finna orð fyri hes­um. Men eingin er full­spottaður, fyrr enn hann spott­ar seg sjálvan.
Annars er at siga, at í 20 ára skeiðinum 1990-2010 økt­­ist fólka­talið í Føroyum so líðandi við 4 %, og í 9 ára skeið­inum 2005-2013 øktist fólk­a­talið við 0,65 %. Hvat ó­rógv­­andi er í hesum, er hetta ikki púra normalt?
Sjálvandi fara føroyingar fram­hald­andi at koma og fara, sum teir hava gjørt í øld­i­r. (Eg hevði 9 mostrar og fastr­ar, 5 fóru til Danmarkar.) At tey flestu, sum festa røtur aðr­astaðni, ár um ár vitja heim, er ein táttur í okkara ment­a­n­arlívi.
Stórt tal av okkara menta­­fólki hava búð bæði í Dan­­mark og í Føroyum: J. C. Svabo, Nicolaj Mohr, (old­ur­abbi mín, Ped­er Mohr, kongs­bóndi í Hoy­vík, var son­ur hansara), V. U. Hamm­ersheimb, Niels Winth­er, Jacob Jacobsen, Jørgen Fr.-Jac­obsen, Regin Dahl, Chr. Matras, Karsten Hoydal, Trónd­ur Olsen, Gudmundur Bruun, Janus Djurhuus (gubbi mín) (skyldmenn og gubbi: nei, Eirikur, nostalg­isk egocentrisma er mær so fjar), Janus Øssursson o.fl. Virg­ar Dalsgaard og Eyðun Jo­hann­e­s­sen hava verið úti­setar í Danmark í nógv ár. Jóan­nes Patursson, lim­ur av Fólka­tinginum og Lands­ting­i­num í 15 ár, yrkti tann vakra sang­in ”Eg veit eitt land” – um Danmark. Tað, ið donsk ment­a­fólk hava lagt frá sær okk­ara máli og kvæðum við­víkj­andi, kann als ikki ger­ast upp í peningi. Men nú er tað altso sligið fast við 7 tumma spíkum, at um ikki konu­fólkini gevast við at fara av land­i­num, og tey sum fara, ikki koma heim til Føroyar, áðr­enn teirra nøringaraldur er farin aftur um bak, verður tað Føroya bani. Føroyar doyggja út.
Eg eri hinvegin av teirri á­skoð­an, at um vit av poli­tisk­um orsøkum verða inn­i­stongd við loysing úr Dan­mark og harvið úr Europa (og tengj­ast at Íslandi), fara tey ungu av álvara at rýma av landinum, meðan tíð er. Før­oysk mentan og føroyskt mál fer tá so líðandi í skjala-og forn­gripagoymsluna.

Í mínum ungu døgum var eg á donskum háskúla og ein­um øðrum skúla. Í 8 mð. høvdu vit á háskúla­num einar ­30 tímar í bókment­um og øðr­um mentanargrein­um. Í ein­um slíkum tíma (teir vardu altíð tveir tímar við stutt­­um steðgi) fingu vit at vita, at fáir tá livandi dansk­ir rit­­høvundar stóðu mát við før­oy­ing­r­nar J. Fr.-Jacob­sen og Will­i­am Heinesen. Tað var fjálgt at hoyra. Báðir gjørdust teir heimskendir. Í einum slík­um mentanartíma fingu vit eisini at vita, at ein ungur før­oysk­ur næmingur har á skúl­a­num hevði deklamer­að Terje Vigen meistarliga – við ong­um handriti. Tá vóru fleiri eygu vát, varð sagt.
Í einum øðrum ment­an­ar­tíma fingu vit at vita, at tað frum­kenda Kina (1946) fór sum fráleið at gerast poli­tiskt heimsveldi. Tann spá­dóm­urin gekk út kanska skjót­ari enn væntað.

Fyri at koma aft­ur­um­aftur: Føroyingar hava bú­lei­k­að í Føroyum í 1000 ár. Og ”Havborgin fría” hjá Jan­usi fer framhaldandi at vera heimstaðurin hjá kom­andi ættarliðum. Kenslu­bor­ið eins og veðurlagið við buldri, stormi og í logn. Men sekteriskar dóma­dags­prog­nos­ur kunnu í stóran mun fáa fólk at stinga í sekkin.
Livilíkindini hjá vanligum fólki við vanligum inntøkum er eitt álítandi barometur, sum vísir, hvussu nógv fólk kunnu virka og trívast á hes­um klettum.
Alla virðing fyri ser­frøði, men at garnera sam­felags­køk­una við politiskari kann­u­stoyp­ar­a­filosofi og erri­n­skapi eiga politikararnir at gera við stórum varsemi.
Okkara skúlaverk verður fram­hald­andi útbygt, og so­leiðis skal tað vera. Vit klekja hvørt ár stórt tal av ak­a­dem­i­karum in spe. Her er eing­in munur á konufólki og mann­fólki. Nógv, heilt nógv av hesum okkara ungdómi fer av landinum – tey flestu til Dan­markar – í lestrar-og út­búgv­ing­ar­ør­indum. Soleiðis hev­ur tað verið í mong ár. Men hetta, at nøkur konufólk ikki koma heimaftur, og at tað er ein hóttan móti okkara til­veru í Føroyum, er nú í ólukk­u máta kunngjørt runt allan heim.
Hesi mongu, sum ikki koma heimaftur, gerast okk­ara flytifuglar, ið regluliga vitja heim til reiðrið í Før­oy­um. Betri kann tað valla vera. Hetta er ein liður í okkara ment­an.
Men nú hava vit vongs­korið hesar okkara dýrabaru flyt­i­fuglar. Tí teir eru bøg­ur. Á, den stóra skomm og vanæring av okkara konu­fólk­um.
Janus yrkti:
”Flytufuglur kvað
tungligt syrgilag,
yvir gráar grundir
fleyg hann avstað.”
Men hann yrkti eisini, at hann kendi ”ljótt gorrandi ravnaslag.”

Í SVF fingu vit nú ein dag­in at vita – við myndum av teimum fleiri hundrað ára gomlu kanónunum á Skans­a­num – at nakrir løgtingslimir ætla at yvirtaka verjumál og so statt at lóggeva um verj­u­skyldu í Føroyum. Sum kunn­ugt hava føroyingar ikki verjuskyldu. Tó kann tað koma fyri, at føroyingar mest sum sjálvkravdir hava tænt danska verjuskyldu. Onk­ur hevur kanska verið yv­ir­maður í reservuni ella á brúnni í marinuni. Men nú skal slíkt halda uppat, og Skansin skal ætlandi mod­er­n­iserast og lúka tíðarinnar krøv!
Halda loysingarfólk.

Aftur til lesarabrævið ”Okk­ara løgmaður.”
Nú veit eg ikki, hví hend­an grein­in ikki slapp í Sosialin; men eg veit, hví eg skrivaði hana.
Í nøkur ár hevur alt føroya fólk fingið at vita – í skrift og frá tingsins røðarapalli – at Kaj Leo Johannesen er lygnari. Hetta er jú sera álv­ar­slig ákæra uttan mun til, um tað er satt ella ósatt.
Lágmarkið av slíkum eyð­mýkingum ­man vera fram­halds­grein­in í Sosialinum skriv­að av einum av okkara frægu og virdu telvarum. Um hann kundi sett kongin alias løg­mann skák og mát við solar plexus teknikki, áttu vit óivað ein stórmeistara í talvi – og ærumeiðing.
Mítt lesarabræv var in­spi­re­ra­ð av tí mikla og sera ó­dámliga politiska stríði, sum tók seg upp um ein komandi und­i­­rsjóvartunnil millum Skál­a­fjørðin og Tórshavnar komm­unu.
So hvørt sum stríðið fløkt­­ist og harðnaði og varð avsporað við ongum pro­por­t­i­ónum, endaði tað við einum crescendo í løg­t­ings­­sal­i­num, sum eg í les­ar­a­­brævi­num royni at lýsa sum eina opera comique, har høvuðspersónurin – ”lygn­ar­in” – verður rehabiliteraður.
Man hetta vera orsøkin til, at les­a­r­abrævið ikki slapp í títt blað?
Ella er tað tað sindrið, eg í sei­n­astuni havi skrivað um loysingarøsingina og ta støðugt vaksandi ­nat­i­on­al­­ismu og indoktrinering í skúl­um og á tingi, ið er snáv­ing­ar­stei­n­ur­in?

Í 1980 var eisini nógv pol­­it­iskt kjak um berghol, men við prop­ortiónum. Løg­­ting­ið játtaði 5 milli­ónir til berg­hol og brúgvagerð at leggja í ein grunn. Men stríð­ið var harvið ikki liðugt. Í 1982 játtaði løgtingið 6 milli­ónir til nevnda grunn og 5 milliónir til ein annan grunn: ”sekunder berghol.” Minn­ist meg rætt, varð hesin seinni grunnurin brúkt­­ur til bergholið fram ivið Leynar­vatn. Annars vórðu øll berg­holini, sum longu vóru gjørd, fíggj­að við løgtingsjáttanum og við lánum úr bankum í fremm­an­d­um londum og úr ”In­vest­er­ings­fonden for Fær­øerne.” Á føroyskum eit­ur hesin danski grunnur ”Ílegg­ing­ar­grunn­urin”, sum hevur fíggj­að mong stórmál við lán­um og studningi. Eitt nú við risastórum studning til út­bygg­ing av okkara flogvølli og nýggjum terminali, sum er í gerð.
Fyri meira enn eini fjórð­ings øld síðan varð grunnurin flut­tur til Føroya, og sam­sva­r­andi kunngerð fekk hann føroyska umsiting. Eg um­sat hann roknskaparliga og fíggjarliga í mong ár. Fyri at fáa studning (ikki lán) úr grunninum krevst fólk­a­tings­ins loyvi.

Eirikur, eg kundi hildið fram, men nú er nóg mik­ið. Hetta gerst eisini so fløkj­asligt.
Eg takki tær fyri gott sam­starv í mong ár, sum eg havi sett stóran prís uppá. Alt hevur sína tíð. Tá ið eg gavst í mínum lívsstarvi sum tæn­ast­u­maður, kom mín in­side vitan um almenn við­u­­r­skifti – kanska mest um lands­­kass­ans konglomerat – í per­spek­tiv. Tað kravdi tíð, og at skriva krev­ur nógva tíð, ikki tær at siga. Eg var sannførdur um, at tað nógva, mær var komið til kunn­leika í mínum almenna starvi, skuldi brúkast. Mátti ikki fara í gloymibókina. Tann bókin er óbrúkilig. Eg havi skrivað bøkur, og eg havi skrivað eitt ótal av lesa­r­a­brøvum, sum nógv fólk – úti og heima – hava takk­að mær fyri.
Hetta verður so óivað mítt seinasta lesarabræv, sum tú vónandi vilt seta í títt blað. Men, Eirikur, tað er ikki meira enn rímiligt, at eg fái at vita, hví tey tvey seinastu les­­ar­a­brøvini ikki fingu innivist í Sos­ial­inum.
Die Gedanken siend frei……..