Opið prát um heilsu

Tað er ikki á hvørjum degi at møguleiki er at hitta fólk við servitan innan heilsu.
Hesin møguleikin er til staðar í dag, tá ein serstøk Heilsu-café verður opin í Klaksvík.

Kl. 15 í dag letur henda serstaka Heilsu-café’in upp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Henda café’in er opin í samband við torradagarnar, sum hava verið hesa vikuna. Alt snýr seg ikki bert um fisk og fiskiveiðu hesa vikuna. Heilsa er eisini ein partur í hesum tiltakinum.
- Nógv fólk eru sera upptikin av heilsu og fyribyrging av sjúkum. Og við hesi cafe’ini vilja vit geva okkara ískoyti til hetta, siga tær fýra kvinnurnar, sum standa fyri hesi café’ini.
Tær fýra kvinnurnar eru sjúkrarøktarfrøðingarnir Sigrun Heldarskarð og Durid Johannesen, ergoterapeuturin Elsa Maria Mikkelsen og fysioterapeuturin Helga Mikkelsen, sum allar starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Cafe’in er opin til kl. 19 í kvøld.

Servitan
Við hesi Heilsu-café’ini ynskja hesi fýra heilsustarvsfólkini at geva fólki ein møguleika at fáa størri kunnleika um heilsu.
Her verður millum annað møguleiki at fáa mált sær blóðtrýst, blóðsukur og vekttal, eins og ein kann máta støðuna í lungunum.
Stórur dentur verður eisini lagdur á fyribyrging av sjúkum og skaðum, og tí fara ergoterapeuturin og fysioterapeuturin at vísa á, hvussu ein brúkar kroppin rætt, bæði heima og til arbeiðis.
Eitt annað endamál er at geva fólki møguleika at fáa eitt prát í lag við øll hesi fólkini, ið hava servitan innan síni øki.
Fleiri faldarar um allar hesar ymisku sjúkurnar liggja frammi, og her kunnu fólk lesa nærri um øll hesi ymisku evnini, sum verða umrødd seinnapartin í dag.
Blóðbankin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur haraftrat tørv á fleiri blóðgevarum, og í dag verður aftur høvi at tekna seg sum slíkur.
Eingin café uttan okkurt er til matna: Á Heilsucafé’ini fáa tí fólk eisini okkurt leskiligt til drekka og til matna.
- Jú, vit eru sera spentar uppá hetta tiltakið. Og vit vóna, at tað fara at koma nógv fólk, siga tær fýra kvinnurnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.