Leygardagin 20. september frá kl 10 til 15 er opið hús hjá Reyni Service í Klaksvík í sambandi við at 20 ár eru liðin síðan flutt var í nýggj høli í Klingrubreyt.
Á skránni verður kórframførsla frá Suð kl 12.30, eisini verður ein hugleiðing frá Eyðuni Elttør, og seinni aftur fer Asbjørn Bertholdsen at framføra fyri børnunum.
Bjóðað verður kaffi, køkur, frukt, munnbitar eins og bomm og sunkist til børnini.
Frá Reyni Service verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.