Løgreglan hevði sítt knoss av Hajduk Split fjepparum úr Kroata í 2024. Tað skal ikki endurtaka seg í morgin við pólsku fjepparunum

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir

Løgreglan hevði sítt knoss av Hajduk Split fjepparum úr Kroata í 2024. Tað skal ikki endurtaka seg í morgin við pólsku fjepparunum

Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar. 

 

Fólk skulu kenna seg trygg

 

Alsamt fleiri evropeiskir dystir hava verið spældir í Føroyum seinastu árini, og oftast verða hesir avgreiddir í góðum ítróttaligum anda. Tó so er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin. 

 

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

 

Kunning á Facebook 

 

Á dystardegnum verður viðkomandi kunning frá Føroya Politi løgd á Facebook. 

 

 

 

Løgreglan hevði sítt knoss av Hajduk Split fjepparum úr Kroata í 2024. Tað skal ikki endurtaka seg í morgin við pólsku fjepparunum