Orðaskiftið - um Føroyar sum eitt valdømi - fullkomiliga farið av sporinum

John William Joensen

Formaður í Norðoya Sambandsfelag

 

Við at brúka misnøgdina, sum altíð er millum manna við politiskar avgerðir, hava løgmaður og løgtingsformaðurin fingið fjøld av fólki at trúgva upp á Føroyar, sum tað lovaða landið við einum valdømi.

 

Teir hava eisini havt sera góðan stuðul frá so mætum stovum sum Dimmalætting, Sosialinum og Kringvarpinum, sum av einhørjari orðsøk málrættað hava stuðlað uppundir politisku ætlanirnar hjá løgmanni og løgtingsformanninum.

Eingin av omanfyrinevndu fjølmiðlum hava megnað at fingið at vita frá løgmanni ella løgtingsformanninum - hví tað hevur so stóran týdning at Føroyar gerast eitt valdømi.

Tað er beinleiðs mistonkiligt, at omanfyrinevndu persónar - samsintir - sleppa at brúka somu innantómu grundgeving: "Tað skal vera lættari hjá tinginum at viðgera landsmál og vit mugu sleppa undan lokalpolitikkinum!".

Men hvat eru hetta fyri landsmál, sum tingið í dag ikki kann viðgera, og hvat er tað fyri ein lokalpolitikkur, sum órógvar tingskipaninna so nógv, at Føroyar skal vera næsta landið í heiminum, sum avtekur økisumboðanini í ovasta lóggevandi tinginum?

Hendan spurning hava bæði løgmaður og løgtingsformaðurin - væl hjálptir av pressuni - sera, sera, sera lættliga svomið uttan um.

 

Løgtingið avgerð lokalmál - eisini við einum valdømi

At kringvarpið sunnudagin fekk ein "hentan" hjálpara at siga, at føroyski kommunubygnaðurin í dag als ikki líkist tí hann var fyri árum síðan, og tað tí - sambart honum - eingir trupulleikar vóru at gera Føroyar til eitt valdømi - sigur ikki lítið um sjónarkringin hjá frøðinginum.

Løgtingið tekur í dag størsta partin av teimum avgerðum, sum beinleiðis hava við lokalviðurskifti at gera, og tað kemur ikki at broytast eftir at Edmund hevur fingið sín vilja.

 

Nøkur dømi um lokalmál sum løgtingið umsitir - eisini um vit fáa eitt valdømi.

Eldrarøktin - Løgtingið avgerðir um ein langomma í Klaksvík ella á Tvøroyri sleppa á ellisheim - ella um peningurin heldur skal brúkast til eina langommu í miðøkinum.

Sosiala økið - Kommunurnar hava lítla og onga ávirkan á sosialuviðurskiftini kring um í landinum - alt er sentraliserað undir løgtinginum.

Heilsuøkið - liggur næstan alt undir landinum.

Vegir og Tunnlar - Tað er løgtingið, sum avger, hvør skal hava veg til húsini og hvør má bíða. Tað er stovnur undir landinum - sum røkir alt vegasamband millum býir og bygdir í Føroyum. Tað er løgtingið, sum avger, um vegurin millum Tórshavn og Kollafjørð skal breiðkast ella um peningur heldur átti at verið brúktur til at breiðka tunnlarnar í Norðoyggjum - ella um kreftir nú skulu brúkast til vegirnar í Suðuroynni - ella kanska at byggja ein flogvøll í Havn.

 

Størri kommunalar eindir

Vit eru í dag í eini tilgongd, har smærri kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir.

Tað er eingin ivi um, at størri kommununalu eindirnar fara at skapa eina menning kring um í landinum.

Endamálið má vera, at borgarin í samfelagnum í allarflestu málum bert samskiftir við lokala myndugleikan frá tí hann kemur úr móðurlívið til hann legst í grøvina.

Í Danmark er støðan tann í dag, at skalt tú hava eldrahjálp, sosialhjálp o.so.fr. so fert tú inn á kommunuskrivstovuna - men tað kemur at taka nógv ár, áðrenn vit eru komnir har til í Føroyum.

Einasta kommuna í Føroyum í dag, sum hevur ein møguleika, at yvirtaka eldraøkið, almanna- og sosialmál frá landinum, er kanska Tórshavnar Kommuna - men sjálvt hon megnar tað ikki eftir einum degi.

Tí eiga teir politikkarar, sum rópa um eitt valdømi - heldur miðvíst at arbeitt við at styrkt føroysku kommunurnar. Fyrsta uppgávan átti at verið at fingið fleiri ábyrgdarøkir, sum í dag liggja hjá landinum, út til størri kommunalar eindir at umsita. Við hesum vóru lokalmál, sum í dag liggja sentralt - flutt út á kommunurnar!

Hetta er tó ein longri prosess og neyvan slepst undan, at tingið eisini í framtíðini fer at hava avgerandi orðið at siga í ávísum lokalmálum.

 

Føroyar sum eitt valdømið - ein sápubløra

Tað er altíð ein ávís missnøgd millum manna við politisku skipaninna - men samtykkir tingið, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, fer hendan misnøgd ikki at minka - heldur tvørturímóti. Orsøkin er tann, at tingið við einum valdømi fer at viðgera eins nógv lokalmál, sum tað ger í dag.

Vera Føroyar eitt valdmømi - nú Edmund og Jóannes Eidesgaard so inniliga ynskja tað - so hendir tað vanlukkuliga, at avgerðir, sum fáa avgerandi ávirkan á lokaløkini - vera tiknar av einum tingi, sum næstan bert verður mannað av fólkið úr miðstaðarøkinum.

Fólk úr miðstaðarøkinum eru skilagóð og hampafólk - sjálvandi - men hví skulu vit sum búgva uttan fyri miðøkið ikki sleppa til orðanna?

Øll tey mongu, sum í dag droyma um lovaða landið hjá Edmundi og Eidesgaard, fara at sanna, at hetta var einans ein sápubløra, sum brast so skjótt hon kom út í tað livandi lívið.

Landspolitikkur er tað, sum er best fyri allar føroyingar - men hann eigur ikki at vera dikteraður úr bert einum parti av landinum.