Orðingin ikki í samsvar við endamálið

Uppskotið hjá Tjóðveldi kann hvørki brúkast til at steðga eini lóg um at forskatta pensión ella um blokkstuðul

Uppskotstillarin hjá Tjóð­veldi, Gunvør Balle, hevur fleiri ferðir sagt, at eitt av endamálunum við lógar­uppskotinum hjá Tjóðveldi um minnilutaverju er, at steðga einum máli sum for­skatting av fólka­pen­siónini. Haraftrat hevur hon brúkt dømið um, at minnilutaverjan kundi verið brúkt til at steðga samgonguni, tá hon vildi hækka blokkin, men eingin av hesum dømum eru umfatað av lógaruppskotinum. Her stendur nevniliga í §15 stk 6:
Uppskot til lógir um fíggj­ar- lønar og skattamál og lógir um útinning av gald­andi millumlanda sátt­málum kunnu ikki leggjast til fólkaatkvøðu.
Gunnvør Balle sigur, at hetta annars var endamálið við lógini, og at ásetingar skulu gerast fyri, hvussu lógin skal tulk­ast í hvørjum føri.
– Eitt mál, sum er so stórt sum forskatting av fólka­­­pensiónum, vildi verið undan­tikið paragraffini, heldur hon.
Bjørn á Heygum er ikki samdur í hesum.
– Hetta snýr seg um peng­ar, og hendan orðingin útihýsir bæði málinum um blokkin og forskatting av pensiónum, sigur hann og leggur aftrat, at orðingin er ikki í samsvari við endamálið, um hetta er tað, sum man vil brúka tað til.
Hyggja vit eftir, hvussu lógin verður brúkt í Dan­mark sigur professari í stjórn­­­­skipanarlóg, Jørg­en Albæk Jensen fra Aar­hus Uni­­versiteti, at ein fólka­at­kvøða um gjaldsskipanina rund­an um Keypmannahavn var í stríð við júst hesa para­­graffina í donsku grund­lóg­­ini. Hann metti, at kostn­aðurin at koyra inn til Keyp­mannahavn var at rokna sum ein eykaskattur, og tí kom hendan lógin und­­ir "fíggjar- lønar og skatta­­mál" í donsku lógini, sum er líka sum føroyska lógar­uppskotið.
Hann sigur í hesum føri:
»I det øjeblik de 60 under­skrifter (ein triðgingur af fólka­tings­lim­un­um)måtte blive lagt på bordet, vil det være den nye stats­minister, som skal tage stilling til, om hun mener, at det kan under­gives folke­afstem­ning. Det vil foregå på hend­­­es ansvar. Hvis hun siger, at det skal sendes til folke­­­afstemning, har pro­blemet løst sig selv. Men hvis hun siger, at det kan det ikke, fordi det er en skat, så kan hun bare lade være med at udskrive en folkeafstemning«.
Altso er tað tann sitandi løgmaðurin, sum skal tulka, um eitt mál um forskatting av fólkapensiónini er eitt skattamál.