TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo gjørdi við framrættaða miðvallaran hjá B71, Høgna Midjord í Norðragøtu fyrr í kvøld, aftaná 0-6 tapið hjá B71 í 1. deildardysti ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
Høgni var sjálvandi harmur um 0-6 tapið, og beinleiðis reyða kortið hann fekk, men tað sum veruliga frustrerar hann og liðfelagarnar er liðið, sum KÍ møtti við.
Sambært Høgna Midjord møtti KÍ við einari rúgvu av effodeildsprofilum, so sum Hjalgrím Elttør og Henry Heinesen. Høgni heldur, at tað er alt annað enn í ordan, at tá eitt lið, sum B71, sum stríðist fyri at flyta upp skal møta einum liði, sum møtir við 10 spælarum, sum hava effodeildssáttmálar.
Tá Skála møtti KÍ í 1. deild fyri nøkrum vikum síðani var talan um eitt vanligt mannað 1. deildarlið, og vann Skála, sum er kappingarneyti hjá B71 heili 5-0 á KÌ tann dystin. B71 vann eisini lættliga á KÍ á heimavølli fyrr í ár, tá 1. deildarliðið hjá KÍ var í vanligari uppstilling.
Høgni Midjord heldur, at tað er stórt órættvísi, at effoliðini, sum hava eykalið í 1. deild kunnu gagnnýta ein landsliðssteðg til at senda eina rúgvu av effoprofilum niður á 1. deildarliðið, og harvið skeikla kappingina í 1. deild. Høgni óttast fyri, at B71 kemur at uppliva tað sama ímóti B36 sunnudagin. Hjá Høgna er eingin ivi um, at reglarnar mugu herðast.