Ein vognur við 15 tonsum av fiski er stolin á einum ídnaðarøki við Gardermoen-flogvøllin í Oslo leygarnáttina.
- Vit sendu fólk á staðið og gjørdu kanningar. Vognurin varð seinni funnin aftur í Bergen, sigur átaksleiðarin hjá norsku løgregluni, Kjetil Elnan Ringseth.
Hann vísir á, at fiskurin framvegis var í vogninum, tá hann varð funnin við øðrum kennimerkjum, enn hann hevði, tá vognurin kom á flogvøllin.
- Vit hava latið vognin og fiskin aftur til rætta eigaran, men enn er eingin handtikin í málinum, sigur í Kjetil Elnan Ringseth hjá norsku løgregluni.
iLaks.no, sum skrivar um tjóvaríið, sigur, at virðið av lastini, sum tað ikkki eydnaðist at stinga av landinum við, var umleið 1,8 milliónir norskar krónur.
Tað er stívliga 1,15 milliónir í okkara krónum.
- Løgreglan heldur, at ætlanin hjá teimum, sum stungu av við fiskinum, var at senda hann av landinum, leggur www.ilaks.no aftrat.











