Forsíðan á Sosialinum hesaferð. Elsa Berg, borgarstjóri, og Rasmus Rasmussen, stjóri hjá IR Lastbilum, eru ósamd um, hvussu grønir elruskbilar eru. Orka á Umhvørvisstovuni stuðlar sjónarmiðnum hjá borgarstjóranum.

Orka: Elruskbilurin dálkar minni

Tað sigur Orka á Umhvørvisstovuni í viðmerking til grein í Sosialinum tann 5. september: “»vasamt um elbilur stendur mát við sparing í CO2«

Forsíðan á Sosialinum hesaferð. Elsa Berg, borgarstjóri, og Rasmus Rasmussen, stjóri hjá IR Lastbilum, eru ósamd um, hvussu grønir elruskbilar eru. Orka á Umhvørvisstovuni stuðlar sjónarmiðnum hjá borgarstjóranum.

Orka á Umhvørvisstovuni skrivar:

 

Grønir ruskbilar í Tórshavn

 

Viðmerking fra Orku á Umhvørvisstovuni til grein í Sosialinum tann 5. september: “Ivasamt um elbilur stendur mát við sparing í CO2”.

 

Elruskbilurin dálkar minni

 

Í grein í Sosialinum við heitinum ”Ivasamt um elbilur stendur mát við sparing í CO2” verður ført fram, at tað í einum 5 ára skeiði er ongin munur í CO2 útláti frá einum dieselruskbili og einum elruskbili.

 

Fleiri fortreytir eru fyri hesi samanberingini, millum annað CO2 útlát í battaríframleiðslu, hvussu langt dieselruskbilurin koyrir pr litur og elruskbilurin koyrir pr kWt.

 

Tann týdningarmesta fortreytin er, hvussu grøn elorkan er. So hvørt sum meiri vindorka verður sett upp, og grøna orkuframleiðslan veksur, fer CO2 útlátið hjá SEV at minka. Um vindmyllulundin í Klivaløkshaga á Sandoynni kemur í rakstur, á heysti 2026, kann væntast, at miðal CO2 útlátið í elframleiðsluni fer niður í umleið 160 gram/kWt. Um útlátið, ið stendst av framleiðsluni av battaríum verður roknað við, ganga trý ár til elruskbilurin samanlagt hevur minni útlát enn dieselruskbilurin.

 

Elektrifiseringin av ferðslu á landi gongur skjótt – eisini í Føroyum. Skiftið til elpersónbilar hevur tikið dik á seg, og tað er væntandi at tunga  ferðslan eisini skjótt verður elektrifiserað. Í løtuni kosta ellastbilar næstan dupult so nógv sum diesellastbilar. Teir eru tó væl bíligari í rakstri og viðlíkahaldi.

 

While nations talk – cities act

 

Tað er at gleðast um, at Tórshavnar Kommuna setur krøv um grønar loysnir, tá hon bjóðar sína tænastur út. Seinast tá avgerð varð tikin um at seta inn elriknar bussar, og nú í samband við ruskinnsavnan. Hetta er í tráð við orkupolitikkin hjá kommununi og hjá Føroya Løgtingi, og stuðlar undir at grøna orkuskiftið gongur skjótari – og prógv um at býirnir taka ábyrgd.

 

El betri enn diesel

 

Fyrimunirnir við eldrivnum akførum eru eyðsýndir, og menningin á hesum økinum gongur við rúkandi ferð. Elbilar eru effektivari, larma ikki og hava ikki útlát í nærumhvørvinum. Ruskbilar koyra stuttar túrar, accelerera og bremsa ofta og standa ofta í tómgongd. Við slíkum koyrimynstri er ein bilur við elmotori serliga væl egnaður. Við elektrifiseringini fylgir eisini, at innflutningurin av olju minkar.

 

##med2##

##med3##

 

 

Forsíðan á Sosialinum hesaferð. Elsa Berg, borgarstjóri, og Rasmus Rasmussen, stjóri hjá IR Lastbilum, eru ósamd um, hvussu grønir elruskbilar eru. Orka á Umhvørvisstovuni stuðlar sjónarmiðnum hjá borgarstjóranum.