Orkan til sálarsjúk verður brúkt skeivt

At meginparturin av sjúklingunum á psykiatriska deplinum í roynd og veru ikki áttu at verið innlagdir, hevur avleiðingar fyri ta viðgerð, sum okkara heilsuverk kann bjóða teimum sálarsjúku. Tað staðfestir Sofus Joensen, yvirlækni á Psykiatriska deplinum

Tað er púra sjúkt.
Tríggir av fýra sjúklingum á Psykiatriska deplinum áttu als ikki at vera innlagdir, men av tí at onki tilboð er til teirra, búgva teir fast á sjúkrahúsinum. Og tað gongur út yvir psykiatriska økið sum heild, staðfestir yvirlæknin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
? Hetta merkir, at ein stórur partur av orkuni á psykiatriska deplinum fer til at slíkt, sum ikki er viðgerð men røkt. Tað er so uttanhanda hjá okkum, sigur Sofus Joensen, yvirlækni.
Hann hevur í áravís gjørt vart við trupulleikan hjá avvarðandi myndugleika, men hann fær bara tóm lyfti. Nú er hann í bíðistøðu, tí álitið um Heildarpsykiatri leggur upp fyri vantandi íbúðum. Annars er ógvuliga avmarkað, hvat er gjørt í nógv ár, sigur hann.

Verða avmarkað
Tað er ikki gott fyri sjúklingar, sum áttu at verið útskrivaðir, at teir búgva í áravís á psykiatriskari deild.
? Tað óhepna er, at tey verða stovnsmerkt. Tey liva ikki eitt sjálvsstøðugt lív og verða avmarkað bæði í virkni og áhuga, tí tey skipa seg eftir einum sjúkrahúsi, sigur Sofus Joensen.
Eitt gott dømi er 26 ára gamli Ingi, ið Sosialurin hevði stóra samrøðu við í gjár. Hann hevur sjúkuna skisofreni, men hóast hann er útskrivaður, noyðist hann at vera innlagdur á psykiatrisku deild, tí onki íbúðartilboð er til hansara.
? Tað er niðursetandi og mannminkandi. Hóast vit vera væl viðfarin, so er tað stressandi at búgva soleiðis, sigur Ingi, sum heldur, at alt ov lítið verður gjørt fyri sálarsjúk.
Yvirlæknin staðfestir, at hann er onki eindømi.
? Nógv av teimum, sum eru væl fyri, føla tað mannminkandi, at tey noyðast at vera innløgd. Men tað er neyðugt hjá teimum at búgva her, tí tey klára seg ikki heilt á egnari hond. Familjan maktar tey ikki, hóast tey gera ein góðan innsats, tí soleiðis er samfelagið skrúvað saman í dag, sigur Sofus Joensen.

Gera sítt besta
At upp ímóti 50 av teimum 70 innløgdu á psykiatriska deplinum í roynd og veru ikki skuldu verið á sjúkrahúsi, ljóðar ógvusligt. Men hetta er onki nýtt fyribrigdi.
? Hetta hevur verið lagið í nógv ár. Trupulleikin hevur bara ikki strammað so nógv áður. Nú stranda hesi fólkini av álvara til. Tey økjast bara, og trýstið verður bara størri og størri, sigur Sofus Joensen.
Eitt er, at tey, ið áttu at verið útskrivað, steðga upp. Men harafturat kemur, at tey írestandi 20 til 30 fólkini fáa ikki nøktandi viðgerð.
? Vit royna sjálvandi at gera okkara besta, so at hetta ikki gongur út yvir tey, sum veruliga hava brúk fyri viðgerð. Men tað slepst ikki undan, at hetta er ein forðandi faktorur, tí kreftirnar verða ofta brúktar til annað enn tað, sum fólk hava útbúgving til. Og tað gongur sjálvandi út yvir onkran, sigur Sofus Joensen.

Lyfti til roynd
Ætlanin var at gera vardar íbúðir til sálarsjúk nakað omanfyri, har íbúðarblokkarnir á Landssjúkrahúsinum eru. Men tann ætlanin er niðurløgd, tí landsstýrismaðurin helt loysnina vera ov dýra. Í staðin hevur hann keypt eini hús í Sandavági.
? Tað er ímóti tí, sum hevur verið arbeitt fyri, bæði í Almannaráðnum og okkara millum. Tørvurin er nógv størst í Havn og í Klakvsík, so hetta munar lítið, sigur Sofus Joensen.
Tað sigur kanska ikki so lítið um støðuna, tí tá tað kemur til pengapungin stranda føgru politisku lyftini til tey sálarsjúku eftir øllum at døma.
Tað er ein politiskur spurningur, hvussu vit innrætta okkum í Føroyum, og allir flokkar hava havt møguleikan at bøtt um støðuna. Yvirlæknin setir sína vón til komandi heyst, tá okkurt ítøkiligt vónandi fer at spyrjast burturúr á politiska pallinum. Tá skulu føgru orðini, sum ljómaðu á aðalorðaskiftinum á løgtingi í apríl um Heildarpsykiatri, standa sína roynd.
? Um eg eri glaður ella frustreraður, er kanska ringt at taka dagar ímillum, tí eg havi mínar royndir við politiskum lyftum. Men eg eri spentur og vóni tað besta, sigur Sofus Joensen.