Ósamd samgonga um miðlastuðul

1.viðgerð av uppskotinum til miðlastuðul vísti sprekkur í samgonguni

Eini fýra ferðir hesi seinastu sjey-átta árini hava uppskot verið frammi um at veita stuðul til miðlarnar, men ognantíð eru uppskotini samtykt.

 

Í dag hevur Løgtingið hava 1.viðgerð av einum uppskoti frá landsstýriskvinnuni við mentamálum, Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, sum fer at veita miðlunum stuðul, verður tað samtykt.

 

Um tað eydnast verður spennandi at síggja, tí fyribils hava tvey umboð fyri Tjóðveldi boðað frá, at teir ikki taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

Andstøðan var greitt úti og segði nei til uppskotið, sum tað fyriliggur og tað sama var Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi.

 

Hann fanst at, at uppskotið letur útberingarstuðul til eina ella tvær fyritøkur og vil heldur hava, at elektronisku miðlarnir fáa størri part av stuðlinum.

 

Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri fólkaræði, at vit hava vælvirkandi fjølmiðlar, men hann endaði tó við at siga, at hann ivast í um hann fer at taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

 

Landssstýriskvinnan segði, at hetta er niðurfelt í samgonguskjalinum at lata miðlastuðul.

 

-Tí haldi eisini vit eiga at fáa hetta sett í verk nú, segði landsstýriskvinnan.