Ósannlíkt at øll verða varð­halds­fongsl­að

Tað er ósannlíkt, at øll 21 fólkini umborð á skipinum Bandero hjá Captain Paul Watson-felagsskapinum verða varðhaldsfongslað.

Tað sigur Ásgeir Þór Ásgeirsson, varapolitiinspektørur hjá løgregluni í Reykjavík, við mbl.is.

 

Íslendska sjóverjan og servanda løgreglueindin tóku fríggjakvøldið ræði á Bandero, eftir at skipið hevði sýnt mótstøðu móti boðum frá myndugleikunum í sambandi við eina hending við hvalaveiðiskipinum Hvalur 9.

 

Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirsson verða øll 21 av manningini framvegis roknað sum handtikin, men enn er ikki avgjørt, um biðið verður um varðhaldsfongsling.

 

– Tað er einki avgjørt enn, og eg haldi tað vera lítið sannlíkt, at øll verða varðhaldsfongslað. Men vit mugu hava tikið støðu áðrenn klokkan 23 í kvøld, sigur hann.

 

Sambært íslendskum reglum kann ein handtikin persónur ikki haldast í varðhaldi hjá løgregluni longur enn eitt samdøgur uttan rættarúrskurð. Tí skulu myndugleikarnir annaðhvørt lata manningina leysa ella biðja rættin um varðhaldsfongsling.

 

Løgreglan er farin undir avhoyringar av øllum umborð, og úrslitið av teimum verður avgerandi fyri, hvørji næstu stigini verða.

 

Ásgeir Þór Ásgeirsson vísir eisini á, at hóast trot er á varðhaldsplássum í Íslandi, hevur tað onga ávirkan á málið. Hann staðfestir samstundis, at tað ikki ber til sambært lógini at brúka Bandero sum eitt slag av flótandi varðhaldi.