Ein øðrvísi ólavsøka í Sveis

- Á ólavsøku í fjør vóru vit stødd í Sveis, har vit ótu turran fisk, turra grind og lakasalta spik. Her var øll mín nærmasta familja, sigur Ivan Skorheim

Fert tú á ólavsøku í ár?

 

- Ja, eg fái ein part við av ólavsøkuni í ár. 

 

Tað sigur Ivan Skorheim, og hann leggur aftrat:

 

- Vit fingu eina abbadóttir, sum skuldi koma síðst í august, men hon kom longu 26. juni. Alt hevur gingið væl, so vit hava verið niðri í Keypmannahavn og passað eldra beiggjan hjá henni.

 

Ivan Skorheim sigur, at hann kom heimaftur úr Danmark hin 27. juli.

 

- Eg skal umborð aftur og til arbeiðis í dag, 29. juli, so eg fái ein part við av ólavsøkuni í ár.

 

Hann vísir á, at tá hann er heima, er hann altíð ein túr á ólavsøku - og hann dylur ikki fyri, at honum dámar at vísa síni føroysku klæðir í havnargøtum.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?

 

- Tað, sum mær dámar best og sum eftir mínum tykki hoyrir til eina ordiliga ólavsøku , er midnáttarsangurin. 

 

Eitt annað, sum eisini hoyrir ólavøkuni hjá Ivani Skorheim til, og sum eisini ger hátíðina til tað, hon er, er nátturðin ella máltíðin eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.

 

- Í nógv ár vóru tað Antenes konan Maria, sum bjóðaði til ein betri bita. Tey seinnu árini hevur tað verið dóttirin, Marjun og maður hennara, sum hava tikið yvir. Tey búgva á somu gøtu, tætt við býin.

 

Er okkurt, tứ saknar viờ ólavsøkuni?

 

- Nei, tað haldi eg ikki. Av og á kann man sakna tað góða veðrið, sigur Ivan brosandi.

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Ikki sum so, men kanska kortini. Minnist ólavsøkuna fyri fáum árum síðan, sum var so heit, at øll, sum vóru í føroyskum klæðum, vóru noydd at bera troyggjurnar, tí tað var ov heitt at vera í troyggju hesa løtu.

 

Ivan Skorheim vísir á, at tey um ólavsøkutíð í fjør vóru kampingtúr í Evropa í fimm vikur, har tey vitjaðu í heili 10 londum, Danmark, Týsklandi, Hálandi, Belgia, Luxembourg, Fraklandi, Sveis, Lichtenstein, Eysturríki og Kekkia.

 

- Á ólavsøku í fjør vóru vit stødd í Sveis, har vit ótu turran fisk, turra grind og lakasaltað spik. Her var øll mín nærmasta familja, míni foreldur, okkara børn við makum og barnabørn - ella trý ættarlið á ferð.

 

At enda ynskir Ivan Skorheim øllum eina góða ólavsøku.

 

Lesið eisini: Kona mín fann meg á ólavsøku

 

https://www.in.fo/news-detail/kona-min-fann-meg-a-olavsoeku

 

##med2##