- Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi koma tey flestu inn at landa í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at onkur pør bíða eftir betri líkindum.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar upsa og kemur inn at landa í morgin.
- Ein fiskar svartkalva eystanfyri, og ein er ávegis í bretskan sjógv at fiska svartkalva.
Sagt verður, at havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, í løtuni ger yvirlitstrolingar og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- Allir teir smáu trolbátarnir liggja og bíða eftir betri veðri.
Um garnaskipini verður sagt, at tvey skip fiska svartkalva, men skipini hava misjavnan fiskiskap.
- Bæði garnaskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.











