Ov nógv mistøk

Rannvá Augustinussen hjá VB helt, at tær á degnum høvdu gjørt ov nógv mistøk til at vinna dystin

Hondbóltsprát

- Vit kláraðu ikki at halda høvdið kalt. Vit skutu ov nógv og ov býtt, og tað kostaði okkum dystin ? og gullið. Eg haldi ikki, at nervarnir vóru ov nógvir, men tað hava teir so kanska verið kortini.
Somikið greið var Rannvá Augustinussen, tá vit eftir tapta gulldystin leygardagin fingu orðið á hana.
Soleiðis sum dysturin háttaði sær, so er tað eingin loyna, at tað var Stjørnan, sum betri megnaði at halda høvdinum køldum, men hartil, so helt Rannvá eisini í vónbrotinum, at VB ikki hevði tikið dystin rætt.
- Vit høvdu sera ilt við at fáa frið á spælið. Støðuga skiftið millum 5-1 og 6-0 gjørdi, at vit ikki høvdu tíð at fella niður. Vit høvdu annars skjúttarnar hjá teimum sera væl í 5-1 verjuni, og kanska skuldu vit hildið meira fast um hana. Hartil fingu vit ongan tíð skjótálopini at koyra. Tað hevur annars verið ein av stóru styrkjunum hjá okkum, men tað riggaði so heldur ikki, staðfesti hon.
Hóast ein dystur framvegis er eftir, so er einki at ivast í, at VB?arnir kenna tað, sum er kappingarárið liðugt fyri teirra viðkomandi.
Og tað tykist heldur ikki bøta um lagið, tá vit at enda spyrja Rannvá, hvørt tað nú berte er at bíða, og so aftur koyra á um hálvt ár ella so.
- Hvar skal eg koyra á. Vit hava ikki ein gongd eitt stað at venja, so í løtuni veit eg slettis ikki, sigur hon at enda, og sipar her til umstøðurnar, sum nakrar av VB-kvinnunum hava. Rannvá sjálv og Laila Jespersen búgva nevnliga í Havn, og her hava tær ikki møguleika at venja saman við liðfeløgunum, og heldur ikki hevur tað eydnast at sloppið upp í part í venjingunum hjá nøkrum av havnarfeløgunum.