Ov nógvar uppgávur

Hóast Hans Pauli var eitt sindur vónbrotin, so var hann ikki so keddur av úrslitinum í dag.

- Hetta er ikki so heilt galið. Tað er sjálvandi altíð keðiligt at tapa, og serliga, tá tað er eina finala, men eg haldi tað var uppiborið hjá teimum, segði Hans Pauli Samuelsen.

Hann vísti tó á, at hann kendi, at tað vóru í so nógvar uppgávur, hvør leikari skuldi loysa, og tí var trupult at fáa so øgiliga nógv spæl.

Um Egil á Bø var hann tó ivaleysur.

- Eg haldi ikki, at tað hevur merkt liðið. Vit hava verið saman í dag, og hava ikki tosað um Egil, so eg merki ikki, at tað hevði nakað at siga. Vit royna at hyggja meira frameftir, segði hann eftir tapið ímóti Víkingi.