Hjalmrím Andreasen, Vágur, og Ronald Robertson, Tvøroyri, eru ávikavist paramedisinari og portørur, sum hava til ábyrgd av at taka sær av fólki, sum koma illa fyri á Summarfestivalinum.
- Vit eru fýra í alt, sum skiftast um at hava vakt. Ronald og eg eru á vakt frá kl. 19, til onki fólk er eftir í býnum umleið kl. 5 í nátt. Annars hava vit passiva vakt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá kl. 8 til kl. 16, sigur Hjalgrím, sum vanliga verður kallaður Gimme.
Gimme og Ronald hava havt nógv at gjørt hesar tríggjar festivaldagarnar.
- Tað mesta, sum vit hava fingist við, er fólk, sum hava havt trupulleikar við hyperventilatión, sum merkir, at tey hava havt ov títtan andadrátt. Orsøkin til hyperventilatiónina er í høvuðsheitum alkohol ella onnur rúsevni, sigur Ronald, sum leggur afturat, at tað mest er hjá yngri fólki, at teir síggja trupulleikan.
- Eftir mínum tykki eru alt ov mong, sum drekka alt ov nógv. Fólk gera sær ikki heilt far um, hvussu vandamikið alkohol er bæði upp á stuttíðar og langtíðar sigt, sigur Gimme avgjørdur.
Hóast Gimme heldur, at tað verður drukkið ov illa, er skilið ikki verri enn undanfarin ár.
- Rúsdrekkanýtslan og trupulleikarnir harav eru á hædd við árini frammanundan, so tað er at gleðast yvir, at tað ikki er vorðið verri, slær Gimme fast.