Ov óbúgvið at hótta í tíð og ótíð

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, ætlar sær ikki at seta órímilit ella ultimativ krøv, nú telvingin um leysa landsstýrissessin er farin í gongd.

 

- Vit plaga at tosa okkum til sættis á landsstýrisfundum, og tað vænti eg eisini, at vit fara at gera hesaferð, sigur Jenis av Rana.

 

Hann heldur ikki, at tað tað er sømiligt við hóttanum.

 

- Tað er ov óbúgvið at hótta í tíð og ótíð, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hoyr samrøðu við Jenis av Rana við at trýsta á pílin undir myndini.