Toppdystur var fyrr í dag í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum við Løkin í Runavík, har NSÍ tók ímóti KÍ.
Tá klokkan var um fara um teir 90 minuttirnar var støðan 2-1 til NSÍ. Eitt slíkt úrslit hevði merkt, at tað hevði verið púra javnt á stigatalvuni, 51 stig í part.
Men Durita Hummeland (myndin) vildi tað øðrvísi, og móti dystarenda stjól hon sigurin frá NSÍ, og tryggjaði KÍ javnleik 2-2. NSÍ var á odda bæði 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar megnaði KÍ at svara aftur.
Hetta merkir, at KÍ nú tríggir dystir eru eftir at leika hevur ein greiðan fyrimun. KÍ hevur 52 stig, og NSÍ hevur 49 stig. Harumframt hevur KÍ ein málmun, ið er fýra mál betur enn tann hjá NSÍ.
KÍ og NSÍ hittast aftur á vøllinum við Djúpumýru í seinasta leikumfarinum, leygardagin 11. oktober.
Á ovara vølli í Gundadali vann Víkingur 3-1 á HB. Úrslitið merkir, at nú er aftur ein spennandi kapprenning um bronsuna.
HB hevur 34 stig á triðja plássinum, og Víkingur hevur 31 stig á fjórða plássinum.
Komandi umfar verður leikt sunnudagin 21. september. Tá verður leikt soleiðis: Víkingur-NSÍ og KÍ-HB.
NSÍ-KÍ 2-2 (0-0)
1-0 Brá Zakariasardóttir (54.)
1-1 Sólja Ernstsdóttir (64.)
2-1 Heidi Sevdal (78.)
2-2 Durita Hummeland (90.)
HB-Víkingur 1-3 (1-1)
0-1 Sára Vang Justinussen (30.)
1-1 Fridrikka Clementsen (48.)
1-2 Hanna Isaksen Højgaard (77.)
1-3 Arnborg Lervig (90.+)
Kelda: dystir.fo