Ísraelski herurin (IDF) sigur í einum boðum fyrrapartin í dag, at herurin hevur beint fyri kommandørinum hjá iransku herdeildini, Basij.
Generalurin, Gholamreza Soleimani, hevur verið ovasti fyri Basij-deildini síðan 2019.
Basij-deildin er ein hernaðaraligur partur av iransku kollveltingarhirðuni, sum er kend fyri harðrenda framferð - eisini móti fólki, sum seta seg upp ímóti landsins stýri.
Ísraelski herurin sigur, at Gholamreza Soleimani varð dripin í einum loftálopi í Shiraz í Iran mánakvøldið, har ovastin læt lív.










