Ove Flindt Bjerg skattar dýpið í Klaksvík

Danski venjarin hyggur eftir umstøðunum í Klaksvík og felagnum, og tá ið hann er farin til hús aftur og hevur hugsað seg um saman við familjuni verður greitt, um hann verður venjari hjá KÍ

KÍ VENJARIN
Jóannes Hansen

Fyri stuttum ljóðaði, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin hjá OB, Flemming Nielsen, var á veg til Klaksvíkar sum venjari. Enn er Flemming Nielsen ikki heilt avskrivaður sum møguligur venjari hjá KÍ, men í løtuni er hann ikki so aktuellur sum ein annar fyrrverandi danskur landsliðsspælari.
Talan er um Ove Flindt Bjerg. Hann kom til Klaksvíkar seinnapartin hósdagin. Í fyrrakvøldið og í gjár skuldi hann hyggja seg um og lodda dýpið. Í dag fer hann til Danmarkar, og so fæst at síggja, um hetta verður nýggi venjarin hjá KÍ.
- Ove Flindt Bjerg hava vit havt samband við nú í eina tíð. Hann vildi fegin koma henda vegin fyri at vita, hvar og til hvat hann møguliga skal brúka næsta árið uppá. Tað hildu vit vera gott hugskot. Eg havi verið uttanlands. Ove var í Danmark, og so fylgdust vit báðir til Klaksvíkar hósdagin, sigur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ. Í sambandi við venjaravitjanina hevur hann enn eina ferð fingið staðfest, at alt tað, sum rørir seg og andar kring KÍ, hevur alstóran áhuga millum klaksvíkingar og norðoyingar.
Er hetta so nýggi venjarin hjá KÍ?
- Tað havi eg ikki møguleika at siga nakað um. Um tað bara stóð til okkara, so varð Ove Flindt Bjerg nýggi venjarin hjá okkum. Nú er tað upp til hansara at gera av, um hann er áhugaður í at koma henda vegin ella ikki.
Hvat er tað, sum ger, at tit halda júst henda mannin vera áhugaverdan sum KÍ venjara?
- Vit hava verið í sambandi við fleiri venjarar, sum vit halda vera áhugaverdar. Hesin maðurin hevur drúgvar royndir sum spælari - bæði sum amatørur og yrkisspælari. Hann hevur roynt seg sum venjari og ítróttarstjóri, og hann er áhugaður í viðurskiftum, sum vit hava arbeitt nógv við at fáa upp á pláss.
Hvat hugsar tú um?
- Hann hevur tosað við liðformannin um manningina á liðnum, og áðrenn hann leygardagin fer avstað aftur, er tað ætlanin, at hann skal hitta ungdómsvenjararnar. Hann er áhugaður í at frætta, hvussu felagið hongur saman frá teimum yngstu og so uppeftir. Vit hava góðar ungdómsvenjarar. Teir, sum høvdu ábyrgd av yngru liðunum í ár, hava játtað eisini at taka sær av venjingini næsta ár. Í prátinum okkara millum havi eg skilt, at hetta er nakað, sum Ove Flindt Bjerg gongur høgt uppí. Men eg má enn eina ferð undirstrika, at eingin avgerð er fallin um venjarasamstarv enn, sigur Gestur Hovgaard.

Minnisríka løtan
Ove Flindt Bjerg er ættaður úr Aalborg. Hann er føddur 21. juli 1948 og er sostatt 55 ára gamalur. Hann spældi fleiri enn trý hundrað dystir við AaB, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari. Fyrst var hann í Wacker Innsbruck í Eysturríki og so í Karlsruher SC í Týsklandi. Seinni var hann í USA og í Linz í Eysturríki, áðrenn hann hjálpti barndómsfelagnum í Aalborg.
Ove Flindt Bjerg hevur spælt átjan landsdystir. Fyrsta ferðin, hann var á landsliðnum, var 7. juli í 1970, tá ið Danmark spældi ímóti Íslandi í Reykjavík. Úrslitið var 0-0. Eingin ivi er um, hvør minnisríkasti landsdysturin hjá Ove Flindt Bjerg mundi vera. Tað var 11. mai í 1976, tá ið Danmark vann 2-1 á Svøríki á útivølli. Hetta var fyrsti danski sigurin á grannunum á útivølli í næstan fjøruti ár. Ove Flindt Bjerg skoraði sigursmálið. Hetta var einasta málið, sum hann skoraði á landsliðnum, men tað var vorðið sum mál.
Síðani hann gavst sum spælari, hevur Ove Flindt Bjerg eitt nú verið venjari í Tokyo í Japan, og hann hevur verið ítróttarstjóri í SC Tirol í Eysturríki. Frá 2000 og til 2002 var hann venjari í SV Brehens. Ove Flindt Bjerg og konan búgva í Eysturríki. Tey eiga tvey børn. Sonurin, sum eitur Christian, spælir fótbólt í Skien í Noregi. Hann umboðar Odd Greenland. Dótturin býr í Danmark.
Gestur Hovgaard sigur, at teir higartil als ikki hava tosað um, hvussu liðið møguliga skal styrkjast.

Fleiri eru í myndini
Hóast tað framvegis tykist eitt sindur óvist, um tað verður hesin ella kanska onkur annar, sum skal hava ábyrgdina av KÍ næsta ár, so sigur Gestur Hovgaard seg ikki stúra fyri, at tað ikki fer at eydnast at fáa venjara.
- Hetta tekur ta tíðina, sum nú eina ferð skal til. Tað kom út í Danmark, at Flemming Nielsen møguliga skuldi henda vegin. Vit hava ikki avskrivað Flemming Nielsen. Hann ynskti ikki at taka endaligu avgerðina enn. Men hann skilti væl, at vit arbeiða við øðrum møguleikum. Ove Flindt Bjerg og Flemming Nielsen eru teir, sum hava verið frammi sum møgulig venjaraevni. Vit hava eisini samband við onkran annan, men í løtuni er tað Ove Flindt Bjerg, sum vit bíða eftir, sigur KÍ formaðurin.