Óveðrið fekk fólk at sita heima

Løgreglan fekk nakrar fráboðanir um storm í gjár

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt og løgreglan sigur, at tað hevur verið lítið fólk í býnum. Hinvegin sigur løgreglan, at í sambandi við vindin hava nøkur fólk ringt til løgregluna. Í Svínoy vóru onkrar takplátur tiknar av vindi, men annars varð tað mest byggitifar, sum ringt varð um. Á Hamrinun á Argjum var nógvur vindur og haðani ringdu fólk eisini tí tey mettu, at ymiskt byggitilfar ikki var nóg væl tryggjað.

 

Í Hvalvík varð ein bussur hjá Bygdaleiðum tikin av vindi og fór út av, men einki fólk var í honum og førarin fekk heldur ongan skaða og tað fekk væl at draga bussin upp á vegin aftur.

 

Hinvegin hevur løgreglan brúkt tíðina upp á at kanna ferðsluna, serliga fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir. Fleiri bilar vórðu steðgaðir og ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning – og hann hevði heldur ikki koyrikort, so tað verður hann skuldsettur fyri.