Fyri nøkrum fáum árum síðani kom ein unglingi til mín, uppøstur og forfardur, hann var akkurát komin úr Danmark. ? Veitst tú hvat, segði hann, veitst tú, hvat danskarar kalla okkum. Nassireyvar, gud veit, nassireyvar, hvat dámar tær?
Tað er neyvan heilt rætt, at danskarar yvirhøvur kalla okkum fyri nassireyvar, men at ein hópur ger tað, er lítið at ivast í. Tað er ringt at seta tal á, men siga vit nakrir hundrað túsund, fara vit neyvan skeiv.
At teir flestu eru líka glaðir og helst vilja sleppa av við okkum, at teir føla okkum sum eitt haft um beinini, sum ein kleppur og hava eina negativa kenslu móti okkum, man tíverri koma sannleikanum alt ov nær. Skulu vit siga, at helmingurin hevur eina slíka áskoðan, man tað ikki vera langt av leið, og tað er í grundini ikki ringt at skilja, tað høvdu vit vist eisini havt, um tað vóru vit, ið skuldu pungað út.
At vit hava givið hesum greinastubbum heitið Oyðimarkargongdin, er ikki av tilvild, og tað er júst tað, vit skulu royna at siga frá.
Søga sambandsins
Søga sambandsins er ein sorgarsøga, ein ósigurssøga. Flokkurin kann hava vunnið í atkvøðum, og kortini altíð tapt. Hetta verður rópt ein Pyrrhussigur.
At vinna og kortini tapa, tað ljóðar kanska paradoksalt, men latið okkum síggja.
Skulu vit taka málspurningin fyrst? Ja, hví ikki, hóast hann er viðgjørdur so ofta, at tú mestsum fært sjóverk av honum, men hann er so tengdur upp í sambandsins sorgarsøgu, at vit sleppa ikki uttan um hann.
»Vi føler os som danske«. Hesi tiltiknu orð vórðu søgd av einum av sambandsins tingmonnum, og hvat kunnu vit so vænta av einum tílíkum manni. Hann talaði bara á donskum í tinginum, kanska tí hann helt, at móðurmálið var ikki nóg fínt, vit vita tað ikki, men okkurt sovorðið man tað hava verið. Maðurin var Oliver Effersøe.
Ein annar sambandsmaður byrjaði sum sjálvstýrismaður, og brúkti tá eitt sera gott mál, men í somu løtu hann fór upp í sambandsflokkin, var einki fantilsi á málinum, tað var meira danskt føriskt. Hví? Ja, tað er ilt at siga. Tað er líkt til, at hann gjørdi tað bara fyri at ræða, sáa ómegd, arga og øsa sjálvstýrisfólk upp. Politikarin var Andras Samuelsen.
(Vit kundu skoytt uppí her, at neyvan nakrantíð hevur nakar føriskur politiskur flokkur brúkt eina so ljóta agitatión sum sambandsflokkurin fyrstu ár av lívi sínum).
Sambandsfólk arbeiddu sum í dýrastu neyð móti at móðurmálið skuldi vinna frama í skúla, kirkju, á tingi, sum rættarmál osfr. Niðurlagið var, at vit fóru ongantíð at vera før fyri ella fáa ráð til at fáa føriskar skúlabøkur, vit fóru ongantíð at kunna skapa okkara egna litteratur, vit megnaðu tað ikki, dugdu ikki tíðansheldur orkaðu tað. Nær fóru vit at fáa okkara egnu sálmabók? Ella okkara egnu bíbliu? (Í dag hava vit tvær týðingar av halgubók). Í staðin fyri at bretta upp um armar og fara til verka, kvaldu teir sakina í ómegd og berum mistreystisgrenji, til danskur ministari skar ígjøgnum og sá til, at mál okkara fekk ein vissan heimarætt.
Man tað vera nakað sambandsfólk í dag, sum ikki elskar sítt móðurmál og er stolt av okkara sálmabókum, okkara skúlabókum og okkara bókmentum. Í dag tosa sambandsfólk sera gott føriskt á tingi t.d., ja, summi vanda sær enntá betur um okkara mál enn okkurt sjálvstýrisfólk.
Við øðrum orðum: í málspurninginum tapti sambandið so ruddiliga. Men hví so alla hesa mótstøðu, hví so alt hetta roksið, ið hevur darvað so ómetaliga og hevur verið til so stóran ampa í staðin fyri at bretta upp um armar og hjálpa til? Er slíkt realistiskt?
Á politiskum fundum, serliga fyrr, ikki so nógv nú, høvdu sambands politikarar tað fyri ikki at fara upp á pallin, fyrrenn sjálvstýrismenn høvdu havt orðið, og tá gjørdu teir tað næstan bara við tí í hyggju at gera gjøldur burturúr, at fáa fólk at flenna at tí, ið sagt varð, arga og øsa og ræða við ræðusøgum. Og hvat fingu teir burtur úr tí, hvat vunnu teir?
Flaggið
Skulu vit tíma at nerta við flaggmálið. Ájú, heilt stutt, men aftur ein sorgarsøga, ella hvussu? Tey stríddust sum úlvur á skóg ímóti, at vit skuldu hava okkara egna flagg, til Bretland skar ígjøgnum. Man tað vera nakað sambandsfólk í dag, sum ikki hevur størstu virðing fyri flagginum, tey eru enntá farin at røða á flaggdegnum.
Eisini í hesum máli leið flokkurin sín vanliga ósigur.
Og hvussu var tað við heimastýrislógini? Føroyar vóru eitt danskt amt, og tað skuldu oyggjarnar halda fram við at vera í ævigar tíðir, men sambandið mátti boyggja seg og tók við hesi lóg við sera ringum tannabiti. Í dag er líkt til, at tey elska hesa somu lóg, tey vilja ikki av við hana, sum stendur tað um lív. Sigur ella ósigur? Ja, hvat skulu vit siga?
Soleiðis kunnu vit taka eitt mál fyri og annað eftir, sum sambandið setti seg ímóti við hond og fót, og sum teir seinni løgdu sín kærleika á. Onkur, sum er betri inni í okkara politisku søgu, er vælkomin at halda fram. Her skulu vit bara nevna Útvarp Føroya.
Útvarpið
Hvat í harrans navni skuldu vit við egnum útvarpi, tað fóru vit aldri at vera før fyri at røkja og reka, vit fóru aldri at fáa útbúgvið fólk, og hvussu í allari víðastu verð skuldu vit nakrantíð fáa ráð til at hava egið útvarp.
Nei, tað einasta, ið vit skuldu gera, var at biðja danir styrkja Kalundborg sendaran, so hann hoyrdist betur, sjálvsagt átti Danmark at tikið sær av hesum. (Tað skal viðgangast, at ein einsamallur fólkafloksmaður var við í hesum harkaliði). Men man tað vera nøkur sambandssál, sum í dag heldur vil hava Kalundborg enn Útvarp Føroya? Var tað realistiskt?
Hvussu tað var við Sjónvarpi Føroya dugir undirritaði ikki at siga, tað dugir kanska onkur annar. Men so mikið dugir hann at siga, at tá ið sjónvarpið (ella »fjernsynið« sum nógv enn tann dag í dag siga) droppaði tað danska aktuelt, og setti nakað so margháttligt í staðin fyri sum »Dagur og vika«, vóru sambandsfók heilt trillrund av øði. Vit fóru aldri í verðini at gera nakað so gott sum donsku sendingina. Hvør í dag vil av við Dag og viku? Og gevur hon nakað teimum útlendsku eftir? Ikki ein tumma.
*