P/F Sandoyartunnilin – eitt innantómt hylki!

Helst ein nakað dapur yvirskrift fyri okkum, sum her búgva, men veruleikin er, at um løgtingsmál nr 146/2008 vinnur frama á Tingi, so verður ikki bara heimildin at gera Sandoyartunnilin útsett, nei hon verður snøgt sagt tikin burtur, og harvið eisini møguleikin at gera lívæðrina hjá Sandoynni, komandi Sandoyartunnilin

Tilgongdin til at gera Sandoyartunnilin kann í stuttum lýsast soleiðis:

 

Fyrireikandi kanningar. Kostnaður u.l. 10. mió.kr (tær flestu eru gjørdar)

Samtykt heimildarlóg frá 12.12.07. (verður nú sambært løgtingsmáli nr.146 avtikin.)

Projektering av tunnlinum. Kostnaður 20-25 mió.kr. (arbeiðið er ikki byrjað)

Stovnan av P/F Sandoyartunnilin (verður gjørt við 2 mió.kr. sambært løgtingsmáli 146)

Fíggjarlig játtan antin beinleiðis á fíggjarlóg, ella við lántøku (ongin loysn funnin)

Bygging av tunnlinum (skuldi vera 1/11-2009, men heimildin verður nú burturtikin)

 

Sambært teirri gongd, sum hevur verið í málinum um Sandoyartunnilin síðani hann varð samtyktur, so er lítið sum bendir á nakað fyri Sandoyingar, serliga kveikjandi í málinum. Hinvegin sær út til at skiftandi ábyrgdarhavarar, við ivasomum gongulagi hava roynt at skáksiglt undan ábyrgdini, sum liggur í samtyktu løgtingslógini frá 12.12.07.

Tað sum kortini loypir í eyga, er at verandi samgonga, her umboða av Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum, nú hevur lagt løgtingsmál fram, sum avhøvdar samtyktu lógina um Sandoyartunnilin.

Uttan himpr. Ongin av okkum, sum her búgva, verður eftirspurdur. Hvørki kommunur, vinnulív ella borgarar. Ongin hoyring. Ongin Kunning. Vónin sløkt frá degi til dags.

Vit hoyra næstan teskini: Hyssj! Ikki siga tað, men vita avtaka Sandoyartunnilin, og so fá sum gjørligt skulu vita av tí. Og tað tykist sum um fjølmiðlarnir spæla við. Enn havi eg ikki hoyrt ella sæð, nakran miðil viðgjørt spurningin um avtøkuna av lógini um Sandoyartunnilin. Og tað stendur í rættiliga stórari andsøgn við miðlameldurin, sum stóðst av samtyktu lógini.

Sokallaðu marknaðarkreftirnar hava eftir tveimum árum knúst búskaparstøðu heimsins, og júst tað átti at verið áminningin til okkum um, at samhaldsfasta leiðin, sum tryggjar øllum borgarum javnbjóðis fortreytir fyri at mennast í samfelagnum, og at menna samfelagið, er leiðin at ganga.

Løgtingsmál nr. 146/2008 heilmiðlar at stovna P/F Sandoyartunnilin, men er í veruleikanum eitt innantómt hylki uttan fígging og heimildir. Finnbogi Ísakson, sáli, hevði uttan iva nevnt ætlanina, eina snilda roynd at lumpa tey sum eru góðtrúgvin og ikki vita betur.

Eftir sita vit í Sandoynni, sum sligin á nevið. Ongin nýtist at siga okkum hvønn týdning vegasamband hevur í dagsins samfelag. Vit kunnu bert hyggja í ein norðan ella vestan. Verst er kortini kenslan av at vera uttanfyri. At vera uttanfyri møguleikarnar, marknaðin og uttanfyri brøðralagið hjá restini av tjóðin Føoyar!

Vónin býr í, at enn hevur politiska skipanin møguleikan, ikki at sløkkja kontaktina.