Pól hjálpir til at fáa betri fartelefon í fjøllunum

Kendur fjallmaður skal hjálpa Føroya Tele at bøta um fartelefonsambandi í fjøllunum

 

Tað er nú greitt, at kendi fjallmaðurin, Pól Sundskarð í Klaksvík, skal hjálpa Føroya Tele at menna farsambandi í Føroyum

 

Í hesum sambandi hava Føroya Tele og Pól Sundskarð nú gjørt avtalu um, at hann verður tikin við í arbeiðið at menna dekningin á farnetinum hjá Føroya Tele uppi í fjøllunum.

 

Avtalan við Føroya Tele ber í sær, at Pól Sundskarð skal vísa Føroya Tele á pláss í haganum, har onki samband er

 

Hetta fer at bøta um trygdina, soleiðis at bæði føroyingar og útlendingar kunnu føla seg trygg og altíð hava samband á farnetinum, tá tey ganga í fjøllunum, sigur John Syderbø, ið er ið er marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

 

Okkara farnet hevur helst tann besta dekningin í Føroyum í løtuni, men saman við Póli fara vit at gera okkara ítasta at gera tað uppaftur betri, staðfestir John Syderbø.