Pól Jóhannus Justinussen, sum í summar kom úr útlegd heimaftur til barndómsfelagið, NSÍ, har hann ikki hevði verið síðani á sumri í 2008, heldur fram í gulu og svørtu NSÍ-klæðunum næsta kappingarár.
Í kvøld hevur 23 ára gamli landsliðsspælarin skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri 2013, so sigast má, at verjan hjá runavíkingum ikki er illa fyri, nú Pól Jóhannus heldur fram og Einar Tróndargjógv eisini er komin aftur, eftir eitt ár í B68.
Pól Jóhannus hevur roynt seg í útlendskum fótbólti, fyrst í íslendska Vali og síðani danska AaB, og hóast hann nú hevur skrivað undir ein eitt árs sáttmála við NSÍ, merkir tað ikki, at dreymurin um at fara uttanlands aftur er sleptur.
Skal eg spæla við nøkrum felag í Føroyum, so verður tað við NSÍ, og her fái eg eisini góða venjing, so eg eri klárur, tá landsliðsboð eru ella um okkurt útlendskt felag skuldi víst áhuga, sigur hann.
Pól Jóhannus Justinussen, sum á myndini sæst saman við NSÍ-forkvinnuni, Kinnu Fritsdóttir, hevur eisini fingið at vita, at felagið ikki verður nøkur forðing, skuldi onkur útlendskur møguleiki stungið seg upp.