Pól Johannus heldur fram í B68

Pól Johannes Justinussen, sum í ár skifti úr NSÍ til B68 at spæla, heldur fram á Toftum næsta ár Heimasíðan hjá B68 skrivar, at tað hevur gingið nakað av tíð, at fáa alt uppá pláss, tí Pól Jóhannus hevði sáttmála við NSÍ eisini næsta ár og var leigaður til B68.

Nú eru partarnir so komnir ásamt, at skriva ein sáttmála fyri komandi ár og Pól Jóhannus er samstundis loystur frá tí sáttmálanum.

- Vit kenna Pól Jóhannus, sum ein sera stóran og sterkan miðverja, og vit eru glað fyri at hava sterka innanmannin í verjuni aftur næsta ár, skrivar B68 á heimasíðuni