Pál kann rudda borðið

Í dag er seinasti dagurin, at kappast verður í svimjihøllini, og aftur hesa ferð eru sera góð útlit fyri føroysku heiðursmerkjunum

Svimjing

 

Pál Joensen skal svimja 400 frí, har hann til nú hevur vunnið 100, 200 og 1500. Shaila millum Garðarnar liggur til gull í 100 frí, og ungu genturnar Birita Debes og Poula Ø. Mohr liggja til ávíkavist gull og silvur í 50 frí. Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr svimja 50 frí, har Pauli hevur møguleikan at vinna sítt fyrsta gullmerki sum einstaklingur, og har Pál helst hevur møguleikan at rudda borðið í øllum frísvimjingarteinunum.??Luttøkan hjá føroyingum í dag: (í klombrum er viðmerkt styrkismetingin sambært tilmeldingartíðunum)??100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr (5)?400 frí menn: Pál Joensen (1) og Andrass Thomsen (3)?200 firvald kvinnur: Eingin føroysk luttøka?100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)?100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar (1) og Guðrun H. Jacobsen (11)?50 frí menn: Pauli Ø. Mohr (2) og Pál Joensen (3)?50 rygg kvinnur: Birita Debes (1) og Poula Ø. Mohr (2)?200 bringa menn: Pál Joensen (2)?4x100 blandað kvinnur: SSF (eingin tilmeldingartíð)?4x100 frí menn: SSF (eingin tilmeldingartíð)?8x50 frí mix: SSF (eingin tilmeldingartíð)