Páll: Hetta var líka stórt sum steypafinalan

Ljóðsamrøða frá Rás2: Tvífaldi málskjúttin hjá KÍ fegnast sjálvsagt um sigurin hjá KÍ ímóti Víkingi

Greipan er ávegis til Klaksvíkar. Eftir dystin ímóti Víkingi í Sarpugerði í dag, sum KÍ vann 2-1, er KÍ fýra stig framman fyri Víking - somuleiðis eru fýra umfør eftir.

 

Høvuðsorsøkin til sigurin hjá KÍ var, at vandamikli framherjin hjá klaksvíkingum, Páll Klettskarð, skoraði tey tvey málini, ið vendi hóttandi tapið hjá KÍ frá 0-1 til 2-1.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Páll Klettskarð hevði at siga í samrøðu við Trónd Arge beint eftir dystarlok í Gøtu.