Páskahálið var størst hjá B36 og KÍ

B36 og HB eru framvegis ósigrað, AB fekk einki burturúr, og hjá bæði NSÍ og EB/Streymi vóru umførini skírisdag og 2. páskadag soltin

Fimta og sætta umfar í Effo-deildini vóru á páskum. Í 5. umfari, sum var skírisdag, vórðu 21 mál skorað. Hetta er málríkasta umfarið higartil í ár. Tað skal leitast aftur til 27. og síðsta umfar í fjør fyri at finna eitt umfar við fleiri málum. Tá vórðu 23 mál skorað.
B36 er nú er einsamalt á odda eftir at árstalsfelagið vann fulla úrtøku bæði skírisdag og í gjár. Talan var um tveir søtar sigrar, tí teir vórðu báðir vunnir á útivølli.
Skírisdag vann B36 4-2 á Svangaskarði ímóti B68, sum í meiri enn ein tíma var undirmannað, eftir at danski miðverjin Mads Rosen­berg longu í 22. minutti varð vístur av vøllinum, tí dómarin metti, at hann hevði nýtt neyðbremsuna. Og í gjár vann B36 5-2 í Fuglafirði ímóti ÍF, sum serliga í 1. hálvleiki var fyri ongum. Miðvallarin Róaldur Jakobsen hevur higartil í ár verið framúr væl upplagdur, og í gjár skoraði hann tvey tey fyrstu B36 málini. Saman við B36 lið­formanninum Jákupi á Borg, sum skoraði eina ferð í gjár og eisini skírisdag var millum málskjúttarnar, er Róaldur næstfremst á topp­skjúttara­listanum. Jákup á Borg hevur skorað eitt mál í fýra teimum seinastu um­før­unum.
– Vit ætlaðu at halda ÍF heilt burtur, tá ið vit vóru framm­an­fyri 3-0 og 4-0, men teir megn­aðu at reisa seg, og tað var ikki frítt av fjáltri á, áðrenn vit skoraðu til 5-2. Fimta málið var ikki óvæntað, tí ÍF var so álops­hugað síðstu løtuna, helt Róaldur Jakobsen, sum skoraði tvey mál.
Hitt liðið, sum vann fulla úrtøku burturúr báðum páska­umførunum, er KÍ. Klaks­víkingar vunnu báðar sínar sigrar á heimavølli, og í báðum førum var tað ímóti liðum, sum stríðast í botn­inum. Hósdagin var úrslitið 4-1 ímóti AB, og í gjár var úrslitið 1-0 ímóti Skála.
Góða páskaúrtøkan hjá KÍ ber við sær, at klaksvíkingar nú hava togað seg fram á heiðurs­merkjapláss. Bæði HB og KÍ hava 12 stig. Hjá klaksvíkingum er Rodrigo Silva komin fyri seg Hann skor­aði eitt mál hósdagin, og í gjár skoraði hann málið, sum vísti seg at vera sigurs­málið ímóti Skála.
– Vit høvdu tak á tí, men tá ið tað bara er eitt mál á muni, so skal ikki so nógv til, at mótstøðuliðið kann fáa úr­tøku burturúr mistaki, men vit gjørdu ikki mistøk í dag, staðfesti KÍ málverjin Meinhardt Joensen.

HB misti í gjár
Favorittarnir í HB hava sama stigatal sum KÍ, og orsaka av betri málmuni er HB ovari á talvuni enn klaks­víkingar. HB er ósigrað, og í páska­umførunum vann HB fýra stig á heimavølli ímóti feløg­um úr Eysturoy. Tað var leingi sera tætt hósdagin, tá ið NSÍ var í Gundadali. Tíðliga í 2. hálvleiki var um repp­ið, at NSÍ javnaði, eftir at HB hevði verið frammanfyri 2-0, men heimaliðið í Gunda­dali fótaði sær, og at enda varð talan um 4-1 sigur.
Í gjár minti HB gongdin ímóti Víkingi nógv um hana ímóti NSÍ. Men í gjár misti HB greiðu 2-0 leiðsluna. Víkingur vísti framúr moral, og eftir málturk í fimm teimum fyrstu umførunum í lands­kappingini glapp tað hjá Finni Justinussen, sum skor­aði bæði Víkinga málini í 2. hálvleiki, og sum var tætt við at skora hattrikk og harvið at skjóta sigursmálið fyri Víking síðstu løtuna, tá ið bæði HB og Víkingur løgdu nógv fyri í royndini at skora sigurs­málið.
– Vit høvdu tak á tí, og vit høvdu teir størru møgu­leikarnar, men so bar eitt persónligt mistak við sær, at teir minkaðu um munin. Tá ið tú ert frammanfyri við tveimum málum, so eigur tú at vinna. Tað hava vit nú ikki gjørt í fleiri førum, og tað er ikki nóg gott, staðfesti HB liðformaðurin Fróði Benja­minsen, sum legði aftrat:
– Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð, og tað gjørdu vit eisini hesa ferð, segði Fróði Benjaminsen, sum rósti Víkingi fyri at leggja nógv fyri og sínum monnum fyri at standa mát við mót­støðu­menninar í fysiska spæl­inum.
Í teimum trimum um­før­unum, sum eru eftir av fyrsta triðinginum av hes­um kappingarárinum, skal HB spæla ímóti teimum trimum, sum nú eru niðast á støðu­talvuni – AB og B68 á útivølli og Skála á heimavølli.

Soltið hjá NSÍ
og EB/Streymi
Undan teimum báðum páska­umførunum var NSÍ odda­lið. Páskaúrtøkan var eitt stig og málmunurin 1-4. Tað ber við sær, at NSÍ nú bara hevur vunnið eitt stig burturúr trimum seinastu um­før­unumer dottið niður á fjórða plássið – fýra stig aftan­fyri toppliðið B36.
Hósdagin reið tað eina góða løtu um snarið í Gunda­dali ímóti HB, sum at enda vann trivaligan 4-1 sigur. Í gjár endaði tað í Streymnesi við málleysum javnleiki. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen helt, at hansara lið leikliga hevði greiða yvirvág:
– Leikliga hevur tað ikki gingið so væl í 1. hálv­leik­unum, men hesa ferð roynd­ist tað betri. Stóran part av tíðini vóru vit omaná, og vit spældu okkum til nógvar mál­møgu­leikar. Spælararnir skulu hava rós fyri góðan hugburð, men tíverri var tað hesa ferð mest stong og út hjá okkum, men Arnbjørn Hansen hjá teimum rakti eis­ini tvørtræið, staðfesti NSÍ lið­formaðurin Klæmint A. Olsen við Margáir í gjár.
Hjá Arnbirni Hansen og EB/Streymi var páska­úr­tøkan eitt stig og mál­mun­urin var 0-3. EB/Streyma lið­for­maðurin Gert Hansen, sum í gjár var vongverji í vinstru, var ikki misnøgdur við mál­leysa javnleikin:
– Vit høvdu onkrar mál­møgu­leikar, men eg haldi, at vit hava orsøk at vera nøgd­ari við at vinna eitt stig enn teir í NSÍ. Tað vóru fleiri mál­møguleikar, og kanska kundi úrslitið heldur enn mál­leysur javnleikur verið 2-2 ella 1-1. NSÍ var grammari enn vit, og teir stríddust meiri í nærdystunum, enn vit gjørdu, men síðsta kor­terið fingu vit betri tak á spæl­inum, og tá lógu innleggini betri.

ÍF og Víkingur í miðjuni
Eftir sannførandi 3-0 sigur skírisdag á heimavølli ímóti EB/Streymi gekk tað ikki hjá ÍF í gjár. Tað endaði við 5-2 tapi ímóti B36, sum var frammanfyri 3-0, tá tað var hálvleikt, og sum økti til 4-0, áðrenn ÍF svaraði aftur.
– B36 er eitt gott lið, og í sambandi við tveimum av málunum í 1. hálvleiki, end­aði bólturin heilt uppi í mál­krókinum. At teir vóru frammanfyri 3-0 í hálvleikinum var avgerandi. Tá segði eg við mínar menn, at vit høvdu tapt, og at tað nú galt um at byrja av nýggjum og at standa okkum væl í 2. hálv­leiki. Tað eydnaðist, og tað var týdningarmikið fyri næstu avbjóðingarnar, helt ÍF venjarin Albert Ellefsen, sum dugdi at síggja mun í fyritreytunum undan dyst­inum:
– Hósdagin vann B36 lætt­an 4-1 sigur á Toftum, har teir í meiri enn ein tíma spældu ímóti tíggju monnum. Hjá okkum var tað strævnari ímóti EB/Streymi, og tá ið tað er so stutt millum dystirnar, so hevur sovorðið týdning.
Víkingur var tvær ferð­ir á útivølli. 1-1 á Skála skíris­dag var vónbrot. Í gjár kend­ist tað sum um, at Víkingur vann eitt stig, tá tað eydn­aðist at røkka 2-2, eftir at HB hevði verið frammanfyri við tveimum málum:
– Vit eru nøgdir við 2-2, hóast vit droymdu um at vinna. Avrikið var væl betri ímóti HB enn ímóti Skála, tá vit ikki megnaðu at spæla okk­um til málmøguleikar. Týdningar­mikið var tað eisini, at Finnur Justinussen fekk hol á. Tað er gamalt eyð­kenni í Serpugerði at stríð­ast, og tað haldi eg, at vit vístu í 2. hálvleiki, segði Súni Olsen, sum í gjár var mið­verji og legði langar og neyvar sendingar fram eftir vøll­inum.

Tætt í botninum
Eftir tveir javnleikir á rað eydnaðist tað ikki hjá Skála at vinna úrtøku í gjár, tá ið tað endaði við 1-0 tapi í Klaks­vík. Skála er niðast á støðu­talvuni við tveimum stigum.
Oddbjørn Joensen og AB høvdu í gjár møguleika at lyfta seg nakað burtur frá botninum, men tað eydn­aðist ikki. B68 vann 3-2, og harvið hava bæði B68 og AB fýra stig.
B68 var frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu tveir min­uttir. So minkaði AB um mun­in. Dómarin legði fýra min­uttir aftrat, og tá varð tað heilt undirhaldandi. B68 økti til 3-1, men AB svaraði enn eina ferð aftur. Tá var tíðin farin, og harvið var tað greitt, at B68 hevði vunnið fyri fyrstu ferð í ár, og at tað nú stendur á jøvnum í stigum ímill­um AB og B68, sum eru tvey stig frammanfyri Skála, ið er aftast.