Fyrr í dag spældu stórliðið í superliguni, Brøndby og føroyingaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Hillerød venjingardyst. Vegna veðurumstøðurnar var seinni hálvleikur bert 30 minuttir.
Tað eydnaðist Hillerød at vinna dystin 2-1. Brøndby legði seg annars á odda longu í sætta minutti, men Hillerød svaraði aftur átta minuttir seinni. Seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal tá Hilllerød skoraði sigursmálið.
Poul Kallsberg var á vøllinum í 60 minuttir, og Pætur J. Petersen fekk eitt korter á vøllinum í dag.
Komandi sunnudag klokkan 12 spælir Hillerød venjingardyst móti Helsingborg, ið spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini verður tikin uppaftur 27. februar. Hillerød leggur fyri við dysti á útivølli í Aalborg móti AaB.
##med2##












