Skuldsettur fyri at siga seg vera politistur

Um vikuskiftið hevur Føroya Politi fingið tríggjar fráboðanir frá handlum í Tórshavn, um ein persón sum hevur sagt seg vera politist

Løgreglan boðar frá, at persónurin, segði við starvsfólkin í handlunum, at hann kom frá løgregluni. Viðkomandi er fyrrverandi politistur, men er ikki í starvi hjá politinum longur. 

 

Viðkomandi er nú skuldsettur í málinum, sum Føroya Politi kannar víðari.

 

Av tí at talan er um eitt áleikandi mál, eru hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.