Páll er flúgvandi

Í dag er nýggjur maður undir liðini á KÍ toppskjúttanum

Tað er eitt korter farið av dystinum í Klaksvík, har ÍF er gestur hjá KÍ, og støðan er 2-0.

 

Páll A. Klettskarð hevur skorað bæði málini, og í báðum førum hevur tað verið við høvdinum eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg.

 

Nú klokkan 15 var fyrsta bríksl í Klaksvík, har ÍF er gestur hjá KÍ. Hetta er einasti dysturin, sum er nú klokkan 15.

 

Hjá KÍ er tað merkisvert, at Pætur J. Petersen als ikki er á listanum hjá KÍ, tí hann er skaddur, og at Dan í Soylu er á beinkinum. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Børge Petersen eru ikki á listanum.

 

18 ára gamli Jóhan Josephsen var í fjør sjey ferðir á KÍ liðnum. Fyri tað mesta var tað sum innskiftari. Í dag er Jóhan Josephsen millum teir fyrstu ellivu. Hann er undir liðini á Páll A. Klettksarð.

 

20 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen spældi í fjør einaferð á besta KÍ liðnum. Tað var 29. mai, tá ið KÍ vann 7-1 í Fuglafirði.

 

Hjá ÍF eru fýra spælarar, sum ikki spældu við ÍF í fjør. Talan er um danska Peter S. Ullum og tríggjar spælarar, sum hava royndir úr bestu deildini. Teir eru Tonni J. Thomsen, Bogi Reinert-Petersen og Uros Stojanov.

 

KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

KÍ: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen – Jóhan Josephsen, Páll A. Klettskarð

 

ÍF: Jákup Nolsøe Jónsson – Elvio Gelmini, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Tonni J. Thomsen – Ruben Møller Nielsen, Bogi Reinert-Petersen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov