Tað var tætt, og tað var sera vakurt og undirhaldandi, tá ið 6-mannaførini kappaðust í Klaksvík í dag.
Leingi vóru fimm bátar við í kappingini um fremsta plássið. Millum hesar var Páll Fangi úr Klaksvík og Tvørabáturin. Í endaspurtinum vóru hesir báðir teir drúgvastu. Stavn um stavn sigldu teir fram ímóti málinum, og til stóra fragd fyri heimafólkið, so var Páll Fangi fyrstur á mál.
Meðan tað at enda vísti seg at vera tað mesta av einari bátslongd millum tveir teir fremstu, so var kappingin øgiliga tøtt um næstfremsta plássið. Rádni úr Fuglafirði var bara ein stóran tumma aftanfyri Tvørabátin, og so var ikki so langt aftur til Jarnbard og Lóm.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 2010, at klaksvíkingar hava vunnið í 6-mannafarinum á norðoyastevnu.
1 | Páll Fangi | 04:44.18 | ||
2 | Tvørabáturin | 04:46.06 | ||
3 | Rádni | 04:46.09 | ||
4 | Jarnbardur | 04:47.08 | ||
5 | Lómur | 04:48.03 | ||
6 | Hvessingur | 04:54.07 | ||
7 | Herningur | 04:58.13 | ||
8 | Smyril | 04:58.23 | ||
9 | Gongurólvur | 05:01.11 |
1 | Páll Fangi | 7 | ||
2 | Tvørabáturin | 6 | ||
3 | Rádni | 5 | ||
4 | Jarnbardur | 4 | ||
5 | Lómur | 3 | ||
6 | Hvessingur | 2 | ||
7 | Herningur | 1 | ||
8 | Smyril | 0 | ||
9 | Gongurólvur | 0 |