Tað var framúr spenningur og góð reklama fyri kappróðurin, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í sólskininum á norðoyastevnu í Klaksvík.
Hósvíkingur og Páll Fangi úr Klaksvík løgdu seg beinanvegin á odda. Á norðoyastevnu vera bátarnir lagdir við lutakasti, meðan teir á hinum stevnunum vera lagdir eftir, hvussu teir stóðu seg á undanfarnu stevnu.
Í dag róði Páll Fangi næstinnastur undir Kósabrúnni, meðan Hósvíkingur róði longri úti á vánni.
Tá ið teir nærkaðust fram ímóti málinum sást, at talan var um øgiliga kapping, sum teir úr Klaksvík vunnu við einum skuti.
Skúgvur úr Sandavági var klárt nummar trý.
Nr |
Bátanavn |
Tíð |
Stig |
Gult |
Reytt |
1 |
Páll Fangi (KRF) |
04:57.30 |
7 |
0 |
0 |
2 |
Hósvikingur (HVR) |
04:58.13 |
6 |
0 |
0 |
3 |
Skúgvur |
05:03.37 |
5 |
0 |
0 |
4 |
Kollfirðingur (KÍF) |
05:09.20 |
4 |
0 |
0 |
5 |
Froðbingur (FSR) |
05:11.38 |
3 |
0 |
0 |
6 |
Rádni |
05:13.04 |
2 |
0 |
0 |
7 |
Sjódrekin (Skála) |
05:13.47 |
1 |
0 |
0 |
8 |
Tindur (TIND) |
05:14.06 |
0 |
0 |
0 |
9 |
Sjóherji (TIND) |
05:15.10 |
0 |
0 |
0 |
10 |
Víkingur (HR) |
05:16.46 |
0 |
0 |
0 |