Pallborð fyri brúkarar

Brúkarasamtakið skipar fyri pallborðsfundi um brúkaramál í ÍSF húsinum í Gundadali hóskvøldið kl. 19.00

Pallborð

Tiltakið byggir á eina frágreiðing, ið er gjørd undir norðurlandaráðharraráðnum, og viðgerð skipan av brúkaraøkinum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Víðari er tiltakið skipað sum ein partur av aðalfundinum, og er sostatt einans fyri limir og innboðin. Nýggir limir kunnu tó tekna seg við dyrnar, verður sagt.
Við pallborðið sita fyri Fólkaflokkin Óli breckmann, fyri Sambandsflokkin Alfred Olsen, fyri Javnaðarflokkin John Johannesen, fyri Tjóðveldisflokkin Rubek Lilaa, fyri Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard, fyri Miðflokkin Bill Justinussen, fyri Vinnuhúsið Tummas Hanus Dam og fyri Brúkarasamtakið Erika Hayfield. Orðstýrari verður Turið Debes Hentze.
Kjakið fer at snúgva seg um hvussu føroyingar kunnu skipa sítt egna brúkaraøki við atliti til, hvussu gjørt verður í hinum útnorðurlondum.