Palli Augustinussen verður aftur at síggja í føroyskum fótbólti komandi ár. Heimasíðan hjá VB/Sumba skrivar, at vágbingurin hevur gjørt avtalu við felagið. Palli Augustinussen fekk sítt gjøgnumbrot, tá VB vann føroyameistaraheitið í ár 2000. Seinnu árini hevur hann verið í Danmark í lestrarørindum, har hann hevur spælt við ÍF Føroyum og Næstved. Palli Augustinussen hevur eina ferð umboðað føroyska landsliðið.