Slóðbrótarin og kveikjarin, Jákup Pauli Gregoriussen, sum vit øll kenna sum Palla, verður 80 ár 24 apríl.
Á ein hátt kann sigast, at Palli er vorðin ein institutión. Hann er kendur av at kalla øllum føroyingum sum arkitektur, og so hevur hann eisini gjørt vart við seg gjøgnum sendingarnar um arkitektur ella byggilist, sum hann so hegnisliga hevur ført fram í Sjónvarpi Føroya, til stóra gleði fyri leik og lærd.
Vit hava flest øll, sum vóru útbúgvin til arkitekt í 70unum og kanska onkur í 80unum, verið á teknistovuni hjá Palla, antin í føstum arbeiði, sum arkitektar ella sum praktikantar í summarfrítíðini, ella eitt skiftið verið og vent har, fyri at fáa tað fakliga á beint í eitt tíðarskeið. Tað kann soleiðis sigast, at Palli hevur havt árin á tey nógvu av okkum, og hevur havt ávirkan gjøgnum okkum á byggilistina í Føroyum.
Sum arkitektur myndar hann serliga eitt tíðarskeið, sum verið hevur, men hann hevur dugað at flutt seg inn í nýggjari tíð. Tað síggja vit týðuliga í hansara verki í sambandi við umbyggingina av Vestmanna Kirkju – her síggja vit sanna byggilistamannin í verki skapa nakað nýtt burtur úr gomlum og lyfta nakað verandi inn í nýggjan heim.
Hvussu Palli hevur stríðst ímóti ignoransu og jantelóg, hugsi eg hesi fylgjandi tvey dømi um góðan byggisið vísa.
Síðan eg var hálvvaksin, havi eg vitað, hvør Palli var, og eg gloymi ongantíð framsýningarnar við tekningum og modellum av nýggja bókasavninum og nýggja býráðshúsinum, sum tá var ætlanin at byggja í Havn - minnist meg rætt var framsýningin í Føroya Banka, sum tá var nógv brúktur til listaframsýningar.
Hatta var íblástur fyri meg.
Men, hvussu við hesum projektum?
Jú, bókasavnið, sum var eitt satt arkitekturverk, átti ongan góðan, og tí var ongin vilji at fremja hetta verk, so sum Palli av fyrstan tíð hevði hugsað tað – her skuldi ongin byggilist vinna frama nei, tað sum brúk var fyri, var so og so nógvar ferðmetrar til bøkur v.m. og so var uppgávan at skapa verju móti vindi og regni til tess at verða karmur um hetta virksemi - onki “dýrt arkitektonisk” byggiverk her!!!
Hvussu so við hinum projektinum? Jú, her hendi onki annað enn, at býráðið flutti inn í gamla kommunuskúlan, og enn aftur vísti føroyski illviljin at skapa nýggjan arkitektur sítt gráa andlit, og enn einaferð fór møguleikan at fáa ein vakran bygning í miðbýnum fyri skeyti.
Tað var um hetta mundi, eg var blivin hugtikin av amerikanska arkitektinum Frank Lloyd Wright, og sum eg veit, tú Palli, eisini heldur so nógv av – hesin sigur onkustaðni:
The longer I live, the more beautiful life becomes.
Og Palli, tú gavst ikki á hondum, og takk hevur tú fyri tað. Vit hava sæð, at tú ert við og við fullum seglum, og við fynd í tínum verkum við tínum ósvikaliga sansi fyri tilfari og proportión.
Nógv verk eru, sum tú hevur latið úr hondum, og eru hesi millum tað besta innan byggilist, vit hava her á landi, og altíð við tí skili og umhugsni, sum seriøst arbeiði innan byggilist krevur, ella sum okkara felags fyrimynd, um eg so má siga, Frank Lloyd Wright segði:
Form follows function - that has been misunderstood. Form and function should be one, joined in a spiritual union.
Eisini í tínum mongu fríhondstekningum, hevur tú víst á leiðir at lýsa okkara bygdaløg, býarmyndir, kirkjur og serlig hús í svørthvítum eins og í litaðum tekningum og skitsum.
Eg minnist frá tíðini, eg arbeiddi á teknistovuni hjá Palla, at hann er ein maður av fáum orðum í tí dagliga, kanska skuldi mann sagt stuttorðaður, men mann visti altíð, hvat hann meinti við, hóast talan ofta ljóðaði sum gátur - aftanfyri lá ein stillisligur humor - men hetta skuldu vit venja okkum við, og tað merktist í arbeiðinum t.d. tá ið mann vildið havað hansara viðmerking, kundi hann hyggja eitt sindur at tekningini og so hetta ”er tað gott”, tá visti mann, at arbeiðast skuldi meira við málinum; segði hann haraftur ímóti ” hatta er gott, ha ” so var í lagi ella á leið, men altíð var líkasum ein ivi hjá honum, sum fekk okkum at gera okkara besta - her vart tú okkum góður kveikjari.
Onkuntíð hevur hjá Palla, sum hjá okkum øllum í vinnuni, verið mótburður og brotasjógvar. Vit hava sæð, at byggilistin hevði tað ikki gott her á landi – her mátti gerast nakað.
Og so bleiv, við Palla í fyrstu røð, at vit mettu tíðin var búgvin at stovna arkitektafelag. Fyrsta stigið til Arkitektafelag Føroya varð tikið á fundi úti á teknistovuni hjá Palla, hetta hevur verið í 1981 - Gunnar Hoydal fekk til uppgávu at snikka felagsins lógir. Tað var beinanvegin, at allir arkitektar landsins tóku arkitektafelagið til sín.
Eisini í arkitektafelagnum hevur tú gjørt eitt gott arbeiði, og hevur fyri okkum tá ungu verið góður ráðgevari og mentor.
At enda, hvør er Palli - Palli er sum grógvin úr tí føroyska jørðildinum, eitt sindur av einum frá tí gomlu tíðini og altíð trúgvur móti sínum. Palli er eisini eitt rennesansumenniskja og gentlemaður, sum hevur evni at skapa nakað nýtt, og viðhvørt er hann, tá ið ástendur, ein sannur “fríbyttari” og pirat, ella sum Tommy Arge einaferð segði: Palli er alt møguligt.
Sum áður sagt, er Palli stuttorðaður maður, og skal eg her lýsa hesa síðu hjá honum.
Einaferð Sverri Dahl, Palli og eg vóru í Klakksvík í arbeiðsørindum, letur í Palla, tá ið vit koyra framvið posthúsinum og Sverri spyr um henda bygning, svarar Palli stutt: ”Ein ungdómssynd” - Deiligt posthús” sigur Sverri og so var ikki meira sagt um tað.
Ein dagin Palli kom at vitja meg undir Fjalli - tað var heldur langt síðan, eg hevði vitjað hann - helt hann fyri, beint áðrenn hann fór avstað aftur ”Eg havi mótbrekku og tú hevur undanbrekku” so stutt kan tað sigast: kom f.h. og vitja.
Góði Palli, eg fari við hesum orðum at enda við at ynskja tær tillukku og all the best á lívsleið tíni, nú tú ert blivin áttati.
_____
Við vinarkvøðu
Albert Isfeld