Palli sigldi eykalutin til Suðuroyar

Ferðn úr Vágum til Suðuroyar tók ein tíma

Palli Lamhauge í Vestmanna siglir ikki bara ferðafólk undir Vestmannabjørgini.

Viðhvørt er hann eisini hentur at heita á, tá ið einhvør tørvur á flutningi brádliga stingur seg upp.

Soleiðis var eisini nú mikukvøldið, tá ið Orcades Viking var í Vági og legði upp til nýggju frystigoymsluna har.

Motorurin bleiv í óstandi og neyðugt var at fáa eykalut uttanlands.

Men eitt stórt skip er dýrt at hava liggjandi og tá gongur mangan ov seint við teimum vanligu flutningsleiðunum.

Tí var Palli Lamhauge biðin um at fara vestur í Vágar at standa fyri flogfarinum og at stima eykalutin til Suðuroyar so skjótt sum til bar.

Palli sigur, at hann fór úr Vágum um fimm tíðina og sigldi við fullari ferð suður á Hvalba, har bilur stóð fyri honum og førdi lutin til Vágs.

Báturin hjá Palla siglur skjótt, eini 30 míl, og ferðin úr Vágum suður á Hvalba tók ein tíma.