Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava misjavnan fiskiskap, men koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Partrolarar lakari fiskiskap

Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu

Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava misjavnan fiskiskap, men koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarum er heldur lakari nú, enn hann hevur verið, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest at toski og so nakað av svartkalva og blálongu.

 

Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. 

 

- Væntandi fer onkur trolbátur aftrat útaftur í vikuni, verður lagt aftrat.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva.

 

- Skipini hava misjavnan fiskiskap, men koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

 

 

Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava misjavnan fiskiskap, men koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya