Etiska ráðið skrivar, at seinasta Etiska kvøldsetan á hesum sinni verður hildin í KFUK-húsinum týskvøldið 3. mars kl. 19, og fer at snúgva seg um sosialan ójavna í heilsu.
Tað er væl staðfest, at sosial kor hava stóran týdning fyri heilsuna, og at møguleikarnar fyri heilsugóðum lívi eru ójavnt býttir. Kanningar aðrastaðni vísa, at munurin í heilsustøðuni hjá fólki økist: tey, sum eru væl fyri sosialt, fáa tað betur, og tey, sum eru illa fyri, fáa tað verri. Í einum frælsum samfelag er tó vanligt at góðtaka ávísar ójavnar í ein vissan mun. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til sosialan ójavna í heilsu í okkara lítla vælferðarsamfelag?
Vár Honnudóttir, ph.d.-lesandi á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, fer at greiða frá viðkomandi kanningum um støðuna í Føroyum, og hvussu vandin fyri, at sosialur ójavni eisini førir til vánaligari heilsu, kann minkast.
Niklas Olsen, søgufrøðingur og undirvísari í samfelagsfrøði, fer at hugleiða um, hvørt slíkur ójavni er ein etiskur trupulleiki, sum samfelagið eigur at taka ábyrgd fyri.
Aftaná verður høvi til spurningar og kjak.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.










