Paul Newman deyður

Hollywood legendan Paul Newman, sum skaraði framúr í filmum sum The Sting og the Colour of Money, er deyður, 83 ára gamal Gjønum árini hevur Paul Newman verið við í fleiri ógloymandi filmum, tann fyrsti í 1955, og tann seinasti í 2006, har hann legði rødd til teknifilmin Cars, har hann legði rødd til Doc Hudson, sum ironiskt nokk var ein av teimum kendastu rasarabilunum í søguni í teknifilminum.

 

Gjøgnum karrieruna hevur hann leikt við í nøkrum og 60 filmum, og er nomineraður til Academy Award heilar tíggju ferðir, umframt at hann hevur vunnið tríggjar Oscars.

 

Í maj 2007 boðaði hann frá, at hann gavst við at spæla, tí at hann ikki longur var førur fyri at ýta sítt besta.

 

Í dag segði hann so heiminum farvæl, tá hann doyði av kreft, 83 ára gamal.