Paul Watson handtikin í Grønlandi

Tann í Føroyum so væl kendi og eftirlýsti grindadráp andstøðingurin, Paul Watson, er handtikin í Grønlandi í morgun

Altjóða eftirlýsti maðurin er handtikin í Nuuk av grønlendsku løgregluni eftir altjóða handtøkuboð  

 

Grønlendska løgreglan var í morgun á havnarlagnum í Nuuk fyri at handtaka stovnaran av felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, Paul Watson.

 

##med2##

 

Handtøkan varð gjørd við støði í altjóða handtøkuboðum til altjóða eftirlýsta mannin.

- Grønlendska løgreglan var á havnalagnum í Nuuk fyrr í dag. Orsøkin var, at stovnarin av felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, amerikanski-kanadiski ríkisborgarin Paul Watson, mátti handtakast, tí altjóða handtøkuboð eru eftir honum, stendur í tíðindaskrivi frá grønlendsku løgregluni.

- Handtøkan fór fram uttan trupulleikar, beint eftir at Paul Watson hevði lagt at í Nuuk við skipinum John Paul Dejoria, og átakið hjá løgregluni er nú endað.

Grønlendska løgreglan upplýsir, at tað eru japanskir ​​myndugleikar, sum hava givið út altjóða handtøkuboðini fyri Paul Watson, sum grønlendska løgreglan hevur svarað uppá.

##med3##

Løgreglan var í havnini í morgun og handtók Paul Watson, tá hann kom til Nuuk.

- Paul Watson verður framsettur í grundlógaravhoyring í Sermersooq seinni í dag við áheitan um at halda hann aftur, til avgerð er tikin um, hvørt hann skal útflýggjast til Japan. Tað er Løgmálaráðið, sum tekur avgerðina um grundarlag er fyri at lata persónar til ákæru í øðrum londum, sigur løgreglan.

Grønlendska løgreglan hevur ongar fleiri viðmerkingar í løtuni